Tíðindi
EKSPERIMENTARIUM
SO YMISK, MEN TÓ
Skrivligar próvtøkur
HISTORIE NR. 5 /2025
ILLUSTRERET VIDENSKAB NR. 7 / 2025
DRAMA Í GUNDADALI FYRI ALLAR PENGARNAR
4. B Á UMHVØRVISVEIÐU
MEST er best
- tað siga næmingarnir í 2.b í øllum førum
Sára lærari hevur tíðindi at bera frá 2.b:
Vit eru sera heppin at búgva í einum høvuðsstaði, ið hevur nógv áhugaverd støð, sum fegin bjóða børnum og barnsligum sálum á gátt. Í 2.b ferðast vit í Havnini hvønn hósdag, og hesa ferð gekk leiðin hjá útiskúla okkara oman til MEST á Bacalao.
Virksemið hjá MEST umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip - og at framleiða útgerð til vinnuna á sjógvi og landi.
Tórshavnar Skipasmiðja varð sett á stovn í 1936, og keypti seinni Skála Skipasmiðju, Vestmanna Skipasmiðju og FJM Runavík. Íløgufelagið Notio keyptið samtakið í 2004, og í 2008 varð avgjørt at fyritøkurnar í samtakinum skuldu broyta navn til MEST, sum stendur fyri maskin, el, stál og timbur.
Í dag hevur MEST skipasmiðjur í Tórshavn og á Skála við trimum bedingum og einari dokk. Stóru byggihallirnar og smiðjurnar gera, at alt arbeiðið kann gerast á sama staði.
Umleið 500 starvsfólk eru knýtt at virkseminum, og tey eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur og máling.
Jens, sum er leiðandi verkætlanarleiðari hjá MEST, vísti okkum runt í skipasmiðjuni og umborð á fiskiskipinum Ango. Hann greiddi okkum frá, hvussu tey arbeiða og vísti okkum ymisk amboð, sum tey brúka. Hetta var sera áhugavert og stuttligt.
Vit vilja fegin takka Jensi og hinum starvsfólkunum á MEST fyri blídni, lærdómin og ómakin. Hetta var ein skúladagur av teimum heilt góðu. Fleiri næmingar tóku enntá til, at hetta var besti skúladagurin í ár, og at MEST er bara best.
Myndir: SSO
























