Tíðindi
NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ
FARVÆL 9. FLOKKUR
PRÓGVHANDAN
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
FRAFARINGARHALD FYRI TONNIE
Regin stjóri bar fram hesi góðu til Tonnie á fráfaringarhaldinum seinnapartin:
Lívið kann samanberast við at súkkla, skal vísindamaðurin Albert Einstein hava sagt. Um vit ikki alla tíðina eru í rørslu, so detta vit. Eg hugsi, Tonnie, nú vit eru savnað her at hátíðarhalda, - ikki at tú fert frá - men alt tað fakliga, estetiska og arbeiðssama, ið tú hevur gjørt á yrkisleiðini. Tú hevur alla tína tíð sum lærari verið í rørslu. Tú hevur havt tey yngstu, tú hevur havt tey eldstu. Tú hevur verið dugnaligur flokslærari. Tú vart partur av skúlanum, tá mann fekk ein 1.fl og førdi hann allan vegin upp í 10.flokk. Tú vart við at innføra deildarbygnað. Tú vart við til at innføra verkætlan. Tú vart við, tá PISA broytti skúlan og hækkaði tímatalið í grunddeild. Tú vart ein av teimum fyrstu at standa á odda fyri einum námsfrøðiligum verkstaði. Altíð í gongd við okkurt nýtt, spennandi.
Onkur segði eitt sindur speiskliga í lærarastovuni í Kommunuskúlanum, tá eg var í starvslæru har fyrst í 00-unum, at nú vóru eykatímar heldur ikki nóg góðir longur. Nú høvdu tey við -Tonnie á odda- gjørt húsini hjá Viggu Cohr til námsfrøðiligan verkstað. Hesin eldri harrin var kanska longu koppaður á síni súkklu, hugsi eg, tí tú hevði fatur á rætta endanum. Hugsunarhátturin, sum tú fekst inn um skúlagáttina tá, hevur verið ein av fyrstu varðunum á nýggju kósini, har skúlin í størri mun fór at taka sær av teimum, ið ikki megnaðu skúlan og lívið so væl.
Tú hevur altíð havt serligt hegni og hug til børnini á niðaru rókunum og tey, ið ikki høvdu bestu fortreytir í lívsins lottospæli. Tey eru mong, ið takka tær fyri tað. Sum starvsfelagi og seinni eisini stjóri hjá tær er hetta ein eginleiki, ið eg virðismeti høgt.
Tað var eisini hetta, sum eyðmerkti samskiftið okkara millum, tá vit fluttu inn í okkara nýggja skúla. Tú mest sum plágaði meg úr mínum góða skinni at fáa betri umstøður til Skáan í hádeild. Tú vart rættiliga tolin við mær, má eg so leggja afturat. Tí eg veit, at tú vilt hava tingini at henda. Bíðitíð, tað er ikki tín koppur av te. So tá tú eftir at hava spurt fleiri ferð enn eg havi fingrar á høgru hond, nær tit kundu innrætta eitt skot inn frá háslættanum til skáahøli, og eg framvegis ikki kundi svara nakað neyvt, kom okkurt ljóst høvd við hugskotinum um at nýta minna framløguskálan millum lívfrøði og alisfrøði til skáa.
Hetta kundi lata seg gera beinanvegin og 1-2-3, so hevði tú yvirtikið rúmið við tínum signatureyðkenni. Og hvat er so tað. Tit, sum kenna Tonnie og hava verið heima hjá Tonnie, vita, hvat eg meini. Tað er altíð so hugnaligt og pent, har tú ert.
Hvíta rúmið, við gráa linolienum á gólvinum og hoylitta loftinum og glasið í norð og suður, ið at síggja til í besta føri var keðiligt og kanska eitt sindur tómligt; var brádliga fullkomiliga broytt. Tað kom hugni og harmoni í rúmið. Plantur, uppsløg, litir, bólkaborð og ein róligur andi kom í rúmið. Tað verður saknur í tær uppi í hæddini, nú tú skalt niður í tíð og oman í miðdeild. Bæði tey, sum tú arbeiðir saman við nú íhádeild, og tey, sum tú við tínum góðu evnum og tínum áhaldni, førkar rætta vegin. Eitt stig í senn. Onkuntíð eitt elalítið stig. Men dropar fylla eisini gløs.
Hetta við, at tú brennir fyri teimum, ið ikki hava bestu umstøður, er eingin loyna. Tú ert javnaðarfólk við stóra C. Ein partur av tí at vera javnaðarfólk er grundleggjandi tankin um, at øll skulu fáa part av ríkidøminum. Ikki bara tey fáu. Eg eigi eina lítla søgu um tað. Tað er soleiðis, at Tonnie er úr Vági, tað er sunnanfyri ella røttu megin Hovsegg til teirra, ið ivast. Hon gekk í flokki við mammu míni. Mamma var lítlasystir við tveimum eldri beiggjum, ið elskaðu at forkela mammu. Einaferð hevði annar teirra verið og selt í Skotlandi. Hann komaftur r við ymiskum tinganesti. Harímillum eitt risa stórt viskileður, ið eisini angaði. Tonnie var kanska eitt sindur øvundsjúk, men mest av øllum var hon javnaðarfólk. Har sat mamma við hesum risa viskileðrinum og átti tað púra einsamøll. Sambært mammu, so gekk ikki leingi, so kom Tonnie við tí góða hugskotinum, at tey kundu saga stóra viskileðri sundur vil linjuál, og so kundu tey øll fáa hvør sítt lítla viskileður úr Skotlandi. Og soleiðis bleiv. So eg hugsi, Tonnie, at nú tú fert frá, hóast tú heldur fram í eftirlønarstarvi, so hugsi eg, at tú skalt leggja billett inn hjá løgmanni, um hann ætlar at skifta fiskimálaráðharran út. Ella skal seta ein serligan ráðgeva í fiskimálaráðum. Eg haldi eisini, at mann kann saga makrel við linjuál.
Miðlingurin hjá mær og Marjuni, Hóri, spurdi einaferð Ann Dahl Hansen, prest. “Tú Ann, var tað frívilligt, at tú bleiv prestur?”
Eg veit ikki, hvussu tú bleiv lærari, men tað er gott, at tú bleiv lærari, Tonnie. Tú vart útbúgvin lærari í 1982. Har vóru fleiri kend andlit millum tykkum 82-arar. Okkara Erland og Gunvør umframt Eyðdis Eidesgaard, Bjarna Djurholm, Bjørgfinn Nielsen, Jan Christiansen og fleiri onnur. Eg kann ímynda mær, at kjakið mangan hevur verið heitt, og kjak tað er eisini ein av tínum dygdum. Eg veit ikki, hvussu ofta eg havi hoyrt teg siga. “Hoyr mje! Nú munja okur seta okum at tosa um hetta her.” Tá veit mann, at nú er okkurt, sum ikki er í lagi, og tað ætlar Tonnie at bøta um.
Síðan 1982 er mangt broytt. Í 1982 spældi eg bil á sandinum í Tjørnuvík. Eg eri liðugur at spæla bil. Í 1982 byrjaði tú sum lærari í formligum starvi í Kommunuskúlanum. Tú verður nú eftirløntur lærari við. Tað merkir so eisini, at tú ert liðug í tínum formliga starvi. Takk fyri, at tú heldur fram hjá okkum, hóast tú fert frá við eftirløn. Tað eru vit glað fyri. Vit halda, at tú eigur eitt fast pláss hjá okkum. Ja, hóast hetta við føstum plássum ikki altíð hevur hóvað tær so væl. Eg havi fingið fortalt, at tá tú byrjaði á Kommunuskúlanum, tókst tú fasta plássið hjá onkrum á lærarastovuni, og tað var ikki hvør sum helst. Kanska ikki heilt við vilja, men kenni eg teg rætt, so hevur tað nokk ikki verið heilt av óvart heldur. Men ta søguna kanst tú sleppa at siga sjálv, um tú vilt. Men eg hugsi, at okkara Jørgin skal fáa eina lítla ávaring um, hvussu tú hevur tað við monnum, sum halda teir eiga eitt fast pláss, nú tú verður meira at síggja í hesari kaffistovuni framyvir.
Góða Tonnie. Hjartaliga takk fyri allan tann ómakin, tú hevur lagt í okkara skúla. Takk fyri alt stríðið! Tú hevur stríðst fyri okkara næmingar við serligum tørvi. Takk fyri, at tú tók so væl ímóti mær, tá eg byrjaði sum blaðungur lærari í Kongagøtu fyri nærum 17 árum síðan. Og takk fyri, at tú ikki fer heilt frá okkum, men lovar okkum at eiga ein part av tínum dugnaskapi, hegni, ið vit síggja aftur ímilum næmingarnar, tú hevur og fyri tíni rís og rós á starvsleiðini, tí tú dugir at koma við báðum. Og takk fyri tín látur og títt skemtingarsama huglag í kaffistovuni.
Eg fari at enda við einum sitati frá eini sjónvarpssending, har tvey skúlabørn verða spurd, hvat pensjón er hjá lærarum. Tá svarar ein genta: Pensjón er, tá lærarar blíva for gamlir til at ganga allan vegin í skúla, tí tað er so langt. Men um teir eru ordiliga góðir við børn, so sleppa teir at koyra skúlabuss. So Tonnie, um tú búði í Texas, so slapst tú nú at koyra skúlabuss. Tú hevði sikkurt eisini megnað at fingið hugna í gulu amerionksu skúlabussarnar. Tað ivist eg ikki í.
Mugu eftirlønarárini koma tær væl við, og vónandi tekur tú eina hjálpandi hond í longri enn hetta eina skúlaárið, hóast tú nú fert frá við eftirløn.
Myndir: jvú



































