Tíðindi
EKSPERIMENTARIUM
SO YMISK, MEN TÓ
Skrivligar próvtøkur
HISTORIE NR. 5 /2025
ILLUSTRERET VIDENSKAB NR. 7 / 2025
DRAMA Í GUNDADALI FYRI ALLAR PENGARNAR
4. B Á UMHVØRVISVEIÐU
STATISTAR Í SANDÁGERÐI
Næmingar í 7. flokki, eisini onkir úr 5. flokki og eindini á Argjum taldust millum statistarnar í Sandágerði í morgun. Mesta tíðin fór vit at bíða, tí soleiðis er tað bara, tá ið upptøkur verða gjørdar. Eitt jobstol skal til :-)
Í morgun snúðu upptøkurnar seg um grindadráp. Ein horvin umhvørvisaktivistur verður funnin millum grindamenninar, og blaðmaðurin, Hannis Martinsson, setur sítt egna skinn í veg fyri at loysa gátuna.....
Síðani miðskeiðis í síðsta mánað hava tey tikið upp krimisendirøðina, ið byggir á væl umtóktu krimiskaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen. Hetta er ein røð í seks pørtum, sum kostar 37 milliónir krónur, og hon er er seld til m.a.Viaplay. Vónandi verður hon sieini at síggja í KVF.
Um fimmti fólk eru knýtt at verkætlanini. Upptøkur verða gjørdar í fýra mánaðir og tær verða lidnar um ársskiftið. Meðan upptøkurnar fara fram í Sandagerði verður skúlaeindin á Argjum brúkt sum tilhaldsstað.















