Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

29. sep 2020

“HVAR ERU HVÍTANÝRUNI?”


 
Fyri brátt tveimum árum  síðani var rokan í skálanum, tá næmingar í háeildini úti á Argjum vóru farnir at fletta. Vit hava funnið søguna framaftur, nú heystfjøllini verða gingin. Hon er góð og lærurík hjá næmingunum at lesa. Orð, ið hava við skurðin at gera eru skriva við feitari skrift við orðafrágreiðingum niðanfyri.

 
 
Á einum flettingarborði liggur eitt lítið fitt krov, nakrir næmingar standa uppiyvir og práta, men eingin lærari. Hann er á lærarastovuni og fær sær ein kærkomnan kaffimunn, áðrenn næsta lambið skal flettast. Vit eru í alis- og evnafrøðisstovuni á Argjum. Forvitnu næmingarnir ganga í 8.ð, ein bólkur hevur longu verið her í morgun, og nú eiga hesi tørn. 


Nú er lærarin afturkomin. Snúin flettingarmaður, kolfirðingur, sum plagar at geva vinmanninum á Kjalnesi eina hjálpandi hond við skurðinum. Í morgun nýtir hann nógv eftirspurda fakhølið til slaktarí. Hevur riggað til framman fyri stóran pultin við einum stórum bláum segldúki undir flettingarborðinum. Ingálvur húsavørður hevur neglt naglar í eina sperru, so krovini kunnu heingjast upp. 


“Flugunum dámar væl at finna sær hol í krovunum at leggja víggj í, tí ræður um at ansa eftir. Tit síggja, hetta svarar til hælsinuna hjá okkum. Um tit skera av her, ber illa til at heingja krovið upp – tað verður nevnt at spáa.” Næmingarnir standa sum tempulssúlur rundan um Petur Mohr Samuelsen, meðan hann greiðir frá. Men har elgjast teir ikki leingi, tí nú skal næsta lambið á sláturborðið. Petur fer út í bilin saman við nøkrum dreingjum, og løtu seinni eru teir aftur við lambinum. Seyðabyrsan verður lødd, eitt tvey, trý, so er skotið loyst av, lambið syft upp á borðið og so svævað. Bergur kemur við eini stórari grýtu, hann ivast  eina løtu, um hann skal røra í sveitanum, men ivin er skjótt burtur. Fyrri sveitin kom til høldar, og hann er longu gjørdur til blóðpannukøkur, hesin skal ikki brúkast.  Nú skal lambið úr kjalneshaganum tummast. Næmingarnir skiftast. Teir vera bidnir um ikki at paða. Lærarin sissar,  gimburlombini  eru moyr, verri er við veðragjólingunum, ið kunnu vera  sera seigir at tumma.


Skinnið er loyst frá krovinum. Petur opar, og innvølirnir koma undan. Hann tekur netjuna av vombini, meðan næmingarnir fáa eitt sindur at vita um tálg.  “Nýrumørur er góður, garnmørurin skal skolast, so upp at hanga, ræsast og malast til garnatálg. Langin kann nýtast til kjøtbpylsu, men gallið er ikki etandi."  orðini fúka í luftini. Tvær gentur draga vilini. Oddfríður trínur inn á pallin at stinga sperðil. Ongan vanligan tálgasperðil, men ein góðan suðuroyarsperðil
 
Tá ið Petur heldur mørinum framman fyri fjøldini, ljóðar úr einum króki: “Hvar eru hvítanýrini?”  Spurningurin verður loftaður, og lærarin finnur elalítlu lívmóðrina úr gimburlambinum :-)  Í meðan stendur onkur og etur blóðpannukøku....

 

Orðafrágreiðingar:

  • Felttingarborð: Borð at fletta á
  • Krov: Kroppur av flettum seyði
  • Lamb: Avkomið hjá seyði
  • Flettingarmaður: Hann, ið flettir
  • Skurður: Tað, ið skal felttast
  • Víggj: Fluguegg í kjøti
  • Hælsina: Situr aftan á hælinum (hælurin er á fótinum)
  • Svæva: Stinga seyð í pulsæðrina í hálsinum
  • Spáa: Skera í beinið í fótliðinum á seyði
  • Sláturborð: Flettingarborð
  • Sveiti: Blóð úr dripnum seyði
  • Bóðpannukøka: Sveiti bakaður á pannu sum pannukøka
  • Tumma: Loysa seyðaskinnið frá krovinum
  • Paða: Tá ið kjøt av óvart kemur upp í skinni, tá ið ein tummar
  • Gimburlamb: Lamb, sum er kvennkyn
  • Veðragjólingur: Veturgamalt veðurlamb, sum skal makast við ærnum
  • Seigur: harður
  • Innvølur: Tað sum er í seyðinum
  • Netja: Tálg á vombini (búkinum)
  • Vomb: Magin í seyði
  • Tálg: Fiti
  • Nýrumørur: Tálgin rundan um nýruni
  • Garnmørur: Tálg á tarminum
  • Ræsa: Hanga kjøtið upp og lata tað verða ræst
  • Garnatálg: Tálg av seyðatarmi, sum er malin, formað sum drýlur og ræsað
  • Langi: Langur tjúkkur tarmur
  • Pylsa úr malnum seyðakjøti og tálg
  • Gall: Bløðra, sum savnar vætu úr livrini
  • Vil: Klænir tarmar
  • Sperðil: Baktarmur; stinga sperði = fylla sperðilin við tálg og øðrum góðum
  • Tálgasperðil: Sperðil bara fyltur við tálg
  • Suðuroyarsperðil: Eftir serligari uppskrift  úr Suðuroy.
  • Mørur: Livur, lungu, hjarta tind oftast saman
  • Hvítanýru: Eistu (steinarnir)  á veðurlambi / veðri
  • Lívmóðir: Tað, sum fostrið mennist í inni í búkinum
Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar