Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

17. sep 2020

ALLAR BØKUR EIGA AT KOMA ÚT SUM LJÓÐBØKUR SAMSTUNDIS

Annika Marr Poulsen er orðblindralærari og telist millum teirra, sum hava stóra vitan um tað at hava lesiavbjóðingar. Í gjár var hon í tíðindunum og  í Breddanum, sum er seinnapartsending í Kringvarpinum. Brot úr sendingini er at hoyra niðanfyri.
 

Annika greiðir soleiðis frá um fleiri av spurningunum, sum vórðu viðgjørdir í sendingini: 
 
Ein, sum er  orðblindur er orðblindur í øllum lærugreinum. Tí er neyðugt, at alt tilfarið, ið verður nýtt í gerandisdegnum er lagað til, so tað er tøkt hjá tí orðblinda. Tað kann t.d. vera sum  ljóðbók ella skannað tilfar, so tað er møguligt at nýta tey hjálparforrit, sum eru tøk - bæði til  upplestur og til stavihjálp.
 
Teldan er í dag eitt vanligt amboð,  sum vit nýta hvønn dag, og tí eru betri møguleikar at hugsa kompenserandi, enn tað hevur verið áður. Endamálið er, at næmingarnar í størstan mun fáa hjálpt sær sjálvum. Vit vita, at umleið  5-7 % eru orðblind, og verða tey lesuveiku tikin við, so er kanska talan um  25 %, sum ein ávísan mun hava hjálp fyri neyðini.
 
 
Um tøkt tilfar til lesiveikar næmingar
 
Verður hugsað um  byrjunarundirvísing,  so er nógv gott tilfar komið út seinnu árini. Munadygg byrjunaundirvísing, har áherðsla er løgd á ljóðlæru, er eisini góð hjá orðblindum. Eg kann nevna Súluna, sum er tilfar til byrjunarundirvísing í føroyskum og er eisini nýggja tilfarið Finka, sum er ætlað 2. flokki: Frálíkt tilfar, tá ið ein skal læra at lesa og skriva. Men tá tað vísir seg, at lesitrupullekarnir eru áhaldandi, noyðist lærarin/skúlin at hugsa kompenserandi. T.v.s. at teldan og hjálpiforrit nú fáa  størri og vaksandi leiklut sum lesi- og skrivitøkni.  Hetta setur nýggj krøv til, hvussu vit hugsa um læring. At tað ber til at lesa við oyrunum og skriva við tøknini.
 
Nám hevur gjørt ein bókaportal, i-bok, har nógvar skúlabøkur liggja. Í nógvum førum er møguligt at trýsta á tekstin, soleiðis at tað verður lisið upp. Tíverri er hetta ikki galdandi fyri allar bøkur. Serliga er hetta ein trupulleiki í t.d. støddfrøði og alis- og evnafrøði, tí hesar lærugreinirnar hava ” sítt egna mál”. Her er ringt at brúka lesi- og skrivitøkni, tí t.d. «½» verður lisið «1 strika tvey». Haraftrat ger bókasniðið tað trupult, tí stykkini eru sett upp í teigum, og tað ger talgilda upplesturin nærum ikki til at skilja. Eg haldi, at allar bøkur áttu at verið tøkar sum ljóðbøkur beinanvegin, tær koma út. Vit vita øll, at verður tað  ikki gjørt alt fyri eitt, so er ikki vist, at tað verður gjørt.
 
Hvat verður eftirlýst?

Stórt ynski um, at allar bøkur koma út sum ljóðbøkur sama dag sum pappírsbókin. Haraftrat hevði tað verið ein stór hjálp, um Nám hevði ein portal, har tær bøkurnar, sum ikki eru lisnar inn, liggja sum lesibarar PDF-fílur. Allar einnýtisbøkur áttu at ligið á sama staði, so til ber at hjá næminginum at taka einnýtisbókina niður á sína teldu og brúka tøknina til hjálpar. Sum nú er, mugu  einnýtsbøkurnar skraðast sundur og skannast. Hetta tekur tíð, og tá helst fleiri skúlar gera tað sama, so hugsi eg, at tíðin kundi verið brúkt betri.
 
Hvar eru vit á økinum í mun til grannalondini?

Tað er eyka strævið at vera orðblindur í Føroyum. Hetta tí sera fá forrit rigga á føroyskum, og hetta ger arbeiði eyka trupult. Haraftrat er ikki altíð lætt at fáa fatur á orðblindavinarligum undirvísingartilfari. T.e. ljóðbøkur og teldutøkar einnýtisbøkur. Aðra staðni er munandi betri hjálp at fáa. T.d. er ein portalur í Danmark,  NOTA nevndur, har orðblind og onnur, sum hava tørv á tí, kunnu læna/lesa bøkur. Har er eisini gjørligt at  bíleggja undirvísingartilfar, um tað ikki liggur á NOTA framanundan.
 
Vit kundu lært av okkara næstu grannum, Noreg og Bretlandi. Har hava tey eitt, tey kalla dysleksivinarligir skúlar. Og fyri at kunna kalla seg dysleksivinarligur skúli, verða  ávísar treytir lúkast
 
Eitt annað, sum ikki hevur við ljóðbøkur at gera, men sum hevði hjálpt orðblindum sera væl er ”tala til tekst”. Tað merkir, at teldan skrivar tað, tú sigur. Hesin møguleikin er  enn ikki á føroyskum, men finst á næstan øllum øðrum tungumálum.
 
Framtíðin

Okkara uppgáva er eyðvitað at búgva hesi ungu til eina framtíð, har tey fáa útbúgving og finna sítt pláss í samfelagnum. Merkir tað, at tey mugu lesa við oyrunum, so er er sjálvandi at gera  tað.  

Trupulleikin kann bert loysast, um vit fyrst av øllum viðurkenna, at vit hava ein trupulleika. Tað er møguligt, at væntandi fígging er ein partur, men fyrst av øllum eiga vit at viðurkenna, at avbjóðingin er har, og at vit eiga at gera nakað við at loysa hana.
 
Eitt nú er eingin portalur til føroyskar ljólðbøkur. Skal eg brúka eina føroyska ljóðbók, má eg fyrst av øllum útvega hana. Síðani má eg finna eitt fløgudrev, tí føroyskar ljóðbøkur finnast bert á fløgu, hóast sera fáar teldur í dag lesa fløgur. Verður borið saman  við enskar ella danskar bøkur, fæst  atgongd alt fyri eitt, t.d við at fara á NOTA ella á e-reolen.
 
Nám eigur sum skjótast stovna ein portal, har bøkur, ið eru ikki lisnar inn, liggja sum pdf ella word, so næmingarnar kunnu brúka tøkni til hjálpar. Eg haldi eisini, at alt tilfarið eigur at savnast á einum stað, tí sum nú er, skalt tú  leita ymsa staðni: á Fløga, i-bok, Snar ella aðra staðni. Í roynd og veru verður eyka  byrða løgd á næmingar at finna runt á ymsu pallunum.Og her er talan um næmingar, sum framanundan brúka sera nógva eyka orku.
 
Hoyr Anniku í sendingini niðanfyri.
Øll sendingin er at hoyra HER

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar