Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

15. apr 2024

RITHØVUNURIN VITJAR

Ingun Christensen  er fødd í 1968 og  uppvaksin í Hósvík.  Áhugin at skriva hevur fylgt henni alt lívíð. Bert 12 ára gomul yrkti hon sína  fyrstu yrking og setti lag til. Hesi seinastu árini er hon av álvara farin í gongd við at skriva, og væl liggur fyri at sameina  hugflog og orðaspæl í kreativari skriving. Fyrraárið vann hon skaldsøgukappingina, sum Bókahandlarafealgið skipaði fyri.

Fríggjadagin vitjaði Ingun skúlabókasavnið, og næmingarnir í 5. flokki fingu høvi at hoyra hana og seta henni spurningar. Tekstir hennara eru væl umtóktir, og søgurnar um kvinnur, sum byggja á sagnir, vekja stórt forvitni og áhuga millum børnini.

Úr rúgvuni av bókum, sum finnast á skúlabókasavninum eru hesar:

  • Húsfrúgvin í Húsavík
  • Annika í Dímun
  • Løgmansdóttirin á steig
  • Katrin í Toftum
  • Marin fær ein lítlabeiggja
  • Marin og hjartavætturin
  • Rani -  vár og vónir
  • Rani – ein nýggj byrjan
  • Eiturkoppaprinsessan
  • Garðvættrarnir og uppreistur
  • Sólgátur

Sólgátur er ein av bókunum á súlabókasavninum, sum er í støðugum útláni:

Aud  eru um 15 ára gomlum Aud, og hon ættleidd. Hon heldur, at lívið er strævið. Í skúlanum rópa tey ymiskt eftir henni. Eisini er Aud kedd um mammuna, sum ofta liggur í songini. Hon kennir seg einsamalla og ger sær nógvar tankar um Kolumbia, haðani hon er ættleidd. Støðan verður ikki betri, tá ið hon byrjar at fáa ólekkur boð inn á telefonina frá ókendum nummari. Við eitt verður alt bara enn truplari enn frammanundan

Myndir og upptøka: JSP&JVÚ

Keldur: Wikipedia&Skúlabókaavnið

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar