Tíðindi

07. mai 2025

HISTORIE NR. 5 /­2025

07. mai 2025

ILLUSTRERET VIDENSKAB NR. 7 /­ 2025

06. mai 2025

DRAMA Í GUNDADALI FYRI ALLAR PENGARNAR

06. mai 2025

4. B Á UMHVØRVIS­VEIÐU

05. mai 2025

YMISK YRKI

05. mai 2025

LÆTTLESTUR TIL TEY ELSTU

05. mai 2025

3 FÓTBÓLTSSØGUR

22. feb 2024

SAMSTARV ER LYKILIN.....

Katrin Dagbjartsdóttir, lærari, skrivar í bloggi í Skúlablaðnum, at gott og trygt samband við næmingin hevur avgerandi týdning fyri trivnaðin hjá barninum og trivnaðin í flokkinum. Hon heldur, at gott og uppbyggjandi samstarv er lykilin til eina so góða skúlagongd, sum gjørligt. Tað merkir to  ikki, at eingir trupulleikar kunnu stinga seg upp. Foreldur, børn og lærarar standa sterkast saman og kunnu loysa trupulleikarnar í felag, sigur Katrin, ið hevur drúgvar royndir sum lærari.

Tað ræður um at bera skjótt at at fáa samband við foreldrini, tá ið eitthvørt stingur seg upp. So vita tey heima um tað, sum hent er, og kunnu tosa við barnið um hendingina. Barnið fær kensluna av, at foreldur og lærarar draga somu línu, og hetta skapar tryggleika.


Katrin upplivir, at tað kann tykjast møtimikið hjá læraranum at  knýta bond við so mong foreldur og børn, tá ið tey koma í skúla. Men tað kann langt frá standa einsamallur veruleiki, tí tá ið grundarbeiðið er gjørt væl, so verður álit bygt millum øll, og tað sum tyktist møtimikið er ikki tá so. 


Allur bloggurin  kann lesast HER.

Kelda: skulabladid.fo

Samansett mynd: JVÚ (myndir: JVÚ/skulabladid.fo)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar