Tíðindi

05. des 2023

SPENNANDI JÓLA­KALENDARI Í HÁDEILDINI

05. des 2023

JÓLA­HELLIÐ Á SKÚLABÓKA­SAVNINUM

04. des 2023

DAGSINS JÓLAORÐ

28. nov 2023

Reyðu tomatir­nar á Danmarkarferð

28. nov 2023

Køge Open: Nógv gull til Johannis og bronsa til Lilju í 6.b

27. nov 2023

ÓFRÁBOÐAÐ BRANDVENJING

24. nov 2023

"Hygg, kavin hann er komin..."

16. nov 2023

Fyrilestur um ung og rúsevni

Mánadagin 20. novembur kl. 10 verður fyrilestur fyri hádeildarnæmingum um ung og rúsevnir í høllini á Fløtum.

Tá fer danski serfrøðingurin á økinum, Christopher Schmitz, at greiða frá, hvussu hassj kann ávirka ung og lívsleið teirra.

Fyrilesturin er partur av tiltakinum “Ung & Hassj 2023”, sum Rúsráðgevingin við Menu Joensen skipar fyri í samstarvi við Skúlan á Fløtum, lestrarvegleiðingina á Glasi, Tórshavnar Kommunu og ADHD-felagið.

- Endamálið við tiltakinum og fyrilestrunum er at økja vitanina um, hvussu hassjnýtsla og -missnýtsla kann ávirka trivna, læring og kognitivu førleikarnar hjá teim ungu. Hetta hevur aftur avleiðingar hjá tí einstaka fyri uppmøting í skúlahøpi, sálarligu heilsuna og tilknýtið til arbeiðsmarknaðin bæði sum ung og vaksin.

- Júst tí er tað sera umráðandi at fyribyrja, at ung byrja at roykja hassj, og í øðrum lagi at fáa tey at halda uppat við at gera tað, sigur Mena Joensen, rúsráðgevi og stigtakari.

Umframt fyrilesturin í Skúlanum á Fløtum fyri næmingum í hádeild fer Christopher Schmitz at halda almennan fyrilestur 20. novembur kl 19 á Glasi har øll áhugað foreldur at børnum og ungum eru boðin við. Vit viðmæla øllum foreldrum, sum eiga, ella skjótt fara at eiga børn í hadeild, at fara til fyrilesturin.

Christopher Schmitz hevur drúgvar royndir sum rúsevnisviðgeri og -undirvísari. Hann hevur skrivað tvær viðurkendar bøkur um hassj, og javnan verður heitt á hann frá donsku politisku skipanini at greina hassjtrupulleikan í Danmark.

Christopher Schmitz fer at leggja fram nýggjastu granskingina um avleiðingarnar av regluligari hassjnýtslu. Eisini fer hann at greiða frá sínum drúgvu, praktisku royndum við arbeiðsháttum at fyribyrgja og basa hesum.

Fyrilesturin er umleið ein tíma. Aftaná verður kjak, har tað ber til at seta spurningar. Tiltakið er ókeypis.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar