Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

21. jun 2021

FARVÆL OG TAKK, KRISTJAN

Í dag hevði Kristjan Petersen, lærari, sín seinasta arbeiðsdag í Skúlanum á Fløtum. í tí sambandi var samkoma í kaffistovuni, har starvsfelagar fingu høvi at heilsa upp á nýklakta eftirløningin og familjuna. Fleiri røður vórðu hildnar, gávur handaðar, og sjálvur takkaði  Kristjan starvsfeløgnum fyri farnu árini.

Kristjan gjørdist lærari í 1995, men áðrenn tað, hevði hann eitt drúgvt arbeiðslív uttan fyri  fólkaskúlan. M.a. arbeiddi hann hjá C. C. Johansen, har hansara øki var dynamitt. Og áhugan fyri tí evnafrøðiliga dró hann við sær inn í fólkaskúlan, har m.a. lat smáar kontroleraðar spreingingar fingu loyvi at plása seg upp á royndarborðinum í fysikkstovuni.

Náttúruvísindaligu lærugreinarnar eru Kristjansa hjartamál, serliga alis- evnafrøðin hevur staðið honum nær, men støddfrøðin hevur eisini fylt nógv. Sum tann fjølbroytti og dugnaligi maður hann er, so hevur hann staðið fyri fleiri øðrum lærugreinum eisini. 

Takk fyri Kristjan fyri tíðina, tú við ábyrgd sat

várt fysikksavn er kanska landsins besta.

Vit eiga stjørnukikara, lodd og máliband,

og ymisk kemikaliir, sum bresta! 

Soleiðis varð  sungið  dag við feskum orðum frá Bergi R. Alt tað besta Kristjan. Eydnu góða og blíða í tíðini, ið kemur. 

Myndir: jvú

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar