Spírin

Í gjøgnum hetta fjølbroytta virksemið, verða børnini væl stimbrað bæði sosialt, motoriskt, kreativt og málsliga.

Tað, sum eyðkennir Spíran, er at børnini læra um náttúruna við at spæla í náttúruni, brúka hana og virka í henni. Her er felags ábyrgd av djórahaldinum, jarðardyrkan, hegning og bygging. Har tað ber til, verður alt framleitt á okkara egna verkstað, sum vit brúka til viðlíkahald og bygging av búrum og húsum til djórini.

Stutt sagt verður lagt í børnini, at fara væl við náttúruni og vera góð við kríatúrini, samstundis sum tey fáa eina rætta, ópyntaða mynd, sum er í samsvar við veruleikan av, hvussu náttúran og djórini verða gagnnýtt av okkum menniskjum.

Námsfrøðilig mál í Spíranum eru, at virka fyri at vit fáa sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn. Børn, sum kunnu meistra teirra lív í einari fjøltáttaðari og umskiftiligari verð.

Tað eru børn úr 2. flokki  Frítiðarskúlanum á Fløtum, ið eru í Spíranum.

Spírin hevur egna heimasíðu. www.nattura.fo

Starvsfólk í Spíranum

Í Spíranum starvast:

  • Helena, hjálparfólk
  • Absalon, hjálparfólk
  • Magnus, hjálparfólk
  • Tummas, hjálparfólk
  • Bjørk, hjálparfólk
  • Tóki, hjálparfólk
  • Heri, hjálparfólk
  • Ingibjørg, hjálparfólk
  • Jensia, námsfrøðingur
  • Rosa Birgitha, námsfrøðingur
  • Sóleyð, námsfrøðingur og varaleiðari
Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar