Trivnaður, Treysti og Áræði
Endamál
Endamálið við Skúlanum á Fløtum er í samstarvi við heimið at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi skúla- og frítíðarskúlatilboð frá forskúla til loknan fólkaskúla á einum føroyskum grundvølli.
Skúlin á Fløtum byggir á grundtættirnar trivnað, treysti og áræði, og aðalmálið hjá skúlanum er lærdómur. Trivnaður, samstarv og felagsskapur eru megintættir í allari læru, og tí eru hesi flættað í okkara mentan.
Dentur verður lagdur á at menna sálarliga, kropsliga, handaliga, listaliga og bókliga treystið, har hendur og hugur samantvinna leik og læru.
Vit vilja stimbra áræðið hjá okkara næmingum, so teir megna tær avbjóðingar, teir møta í samfelagnum, náttúruni og framtíðini. Tí eru nærsamfelagið, útiumhvørvið og tøkni ein natúrligur partur av skúlanum.
Tí kunnu foreldur trygt velja okkara skúla til síni børn.
Virði
Vit vilja vísa í verki, at:
Vit trívast hvønn dag, allan dagin
Vit mennast í mun til egnan mátt og megi
Vit megna avbjóðingar
Vit flætta leik og læru í eina heild
Vit eru fakliga treyst
Vit eru sterkast saman
Vit eru virkin í samfelagnum, vit eru partur av
Vit eru partur av náttúruni, vit liva í og
Vit mynda framtíðina
Missión
Vit vísa í verki, at okkara næmingar eru treystir og hava áræði. At teir trívast og mennast í felagsskapinum og megna tær avbjóðingar, teir møta í samfelagnum, náttúruni og framtíðini.
Visión
Meira enn tað vanliga