Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. jun 2021

PAPPESKJA, TUNDUR, EGGJABAKKI..... OG SO STENDUR TAÐ SUM LIST

Harriet er lærari í Myndlist, og hon hevur sent heimasíðuni myndir og frásøgn um, hvussu næmingar í 4. flokki hava endurvunnið tilfar til list:

 

Skapað úr endurvunnum

Í fakinum myndlist/evning hava 4. floks næmingarnir arbeitt við at evna ymiskt úr endurnýtslu. Hetta hava teir hildið vera bæði stuttligt og spennandi, men eisini avbjóðandi, tí at teir hava sjálvir verið noyddir at finna uppá og hava skulað ímyndað sær, hvat skap, ið eitthvørt endurvunnið kundi taka.

Tað eru nógvar orsøkir, ið gera tað vert at arbeiða við endurnýtslu. Ein tann mest innlýsandi er, at so fer hetta ikki í burturkastið, men kann ístaðin innganga í aðra enn bert upprunanýtsluna. Ein onnur orsøk er, at tað mennir hugflogið og førleikan at skapa frá botninum av. Harafturat stimbrar hetta samstarvsevnini, í og við, at teir flestu næmingarnir hava arbeitt í sjálvskaptum bólkum. Síðst, men ikki minst, so hava næmimgarnir fingið eina vælverukenslu av at síggja tey lidnu verkini, ið at byrja við vóru ein pappeskja, eitt tundurpetti, eitt papprør, ein eggjabakki, ein plasttallerkur ella hvat, ið nú var at finna í endurnýtslutilfarinum.

Tey hava brúkt tilfar sum t.d. klistriband, lím, máling og decoupage saman við tí endurvunna til at skapa verkini. Á hesum myndunum síggja vit bert nøkur fá av úrslitunum, tí at fleiri teirra eru longu heima hjá næmingunum.

Tað hevur verið ein sonn fragd at sæð 4. flokk  arbeitt so hugagott og ágrýtið við hesum arbeiði og eggjar hetta til at útbyggja henda partin, so at tað fer at vera møguleiki hjá næmingunum at fordjúpa seg í at skapa og evna frá tí, ið tænti øðrum endamáli, áðrenn tað endurvunnið í myndlist/evning.

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar