Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

18. des 2020

TEY VITJAÐU METTU

TEY VITJAÐU METTU
 
Týsdagin var 4.a og vitjaði eina fitta ommu, ið eitur Metta.  Jónfríð er lærari í 4.a, og tey siga soleiðis um vitjananina:

Metta hevur ein vitjanarvin, og vit spurdu, um tað var møguligt, at vit kundu koma við at  vitja. Vit søgdu beinanvegin, at orsakað av koronuni, vildu vit møtast uttandura.
 

Áðrenn vit fóru, bakaðu vit jólasmákøkur, gjørdu ymiskt jólaklipp, og onkur hevði keypt onkra fitta gávu eisini. Veðrið var av tí fagrasta, so vit gingu av Skúlanum á Fløtum og út á Argir. Tá vit nærkaðust húsunum hjá Mettu, sóu vit, at hon longu stóð uttanfyri og bíðaði eftir okkum. Gleðin var stór, tá hon sá okkum. Tá ið vit høvdu heilsað uppá og prátað eina góða løtu, sungu vit Sleðurokk, meðan Eir spældi upp á okulelu, og síðani góvu vit henni gávunar frá okkum.
 
Metta var bæði rørd og takksom fyri vitjanina, somuleiðis vóru vit sera glað fyri at sleppa at vitja hana. Tá ið vit gingu heim aftur á skúlan, prátaðu vit um,  hvussu fitt Metta er, hvussu deiligt tað er at síggja, hvussu vit kunnu gleða hvønn annan og at vit vóna skjótt at sleppa at vitja hana aftur  <3


 
Myndir og upptøka: JJÓ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar