Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

20. okt 2020

Skúlastýrisval 2020

Vallistar liggja frammi


Kunngjørt verður, at vallistar liggja frammi á skrivstovu skúlans. Skrivstovan er opin millum 8 og 15 gerandisdagar. Tó millum 8 og 13 fríggjadag. Øll, sum hava valrætt og valbæri, standa á listanum.

Valrætt og valbæri hava:
Foreldur, sum hava foreldramyndugleikan yvir teimum børnum, sum eru skrivað inn í skúlan.

Valstaður til skúlastýrið í Skúlanum á Fløtum er Høllin á Hálsi. Valið er sama dag og saman við kommunustýrisvalinum. 

Uppstillingarfundur verður 27. oktobur í eindini við Argjavegin (Gamli Argja skúli) kl 19. Tað ber til at gera uppstillingarlistar á fundinum ella at stilla einstøk valevni upp. 

Uppstillingarlistar við 6 valevnum og 6 stillarum ella uppskot til valevni við stillara kunnu sendast til Regin Marnersson, skúlastjóra og formann í valnevndini við telduposti á reginm@saf.fo í seinasta lagi 3. november kl 12:00.


Niðanfyri sæst faldari um skúlastýrisval 2020. Trýst á myndina, ger størri og blaða. 

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar