Tíðindi
SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR
RITHØVUNURIN VITJAR
NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR
TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....
FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST
GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM
LANDSROYNDIR
Dagførd kunning í samband við koronatestir á skúlanum
Góðu næmingar, foreldur, avvarðandi og starvsfólk!
Sunnukvøldið vórðu 15 starvsfólk umframt allir næmingar í Ítróttarrásini testaðir. Hetta var krav frá myndugleikunum í sambandi við, at ein næmingur í Ítróttarrásini varð smittaður við kovid-19. Afturat hesum næmingum og starvsfólkum skulu næmingar í 9.fl í taka Støddfrøði C-stig á Glasi kannast saman við næmingum á Glasi mánakvøldið og aftur saman við Ítróttarrásini mikudagin.
Allar testirnar, ið vóru tiknar á Argjum sunnukvøldið, vóru negativar. Starvsfólkini og næmingarnir á Ítróttarás umframt næmingar í Støddfrøði C í 9.fl skulu tó framhaldandi vera í sóttarhaldi, til tey eru testað einaferð afturat.
Seinna testumfar verður mikudagin.
Tí skulu starvsfólkog næmingar í ítróttarrás og næmingar, ið taka 9.fl støddfrøði C møta aftur til test í FSF-húsinum mikudagin.
8.ía og 8.íp skulu møta kl 13:30 uttanfyri FSF húsið
9.fl Støddfrøði C, 9.ía og 9.íp skulu møta kl 14:00 uttanfyri FSF húsið
Starvsfólk skulu møta kl 14:10 uttanfyri FSF húsið
Samstundis heita myndugleikarnir á onnur í Skúlanum á Fløtum um at lata seg testa, um tey eru í iva um, tey kunnu verða smittað, so vit kunnu standa saman um at steðga smittuspjaðingini. Sóttarhald rakar kortini ikki hesi, meðan tey bíða eftir testsvari.
Vinarliga
Regin Marnersson, Skúlastjóri