Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

14. nov 2019

ÆTLAN UM, HVUSSU FREMMANTMÆLTIR NÆMINGAR BEST KUNNU TAKAST VIÐ ER ÁVEGIS

Lærarar hava leingi víst á tað óhepna í, at eingin yvirskipað ætlan er um, hvussu næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum verða tiknir uppí felagsskapin í skúlanum. Somuleiðis sóknast teir eftir eini útbúgving í at undirvísa næmingum, sum hava annan uppruna enn føroyskan. Gongdin seinastu árini hevur verið greið: Alt fleiri fremmandamæltir næmingar eru í fólkaskúlanum.

Í løtuni situr ein arbeiðsbólkur, sum er mannaður við fólki úr Mentamálaráðnum, Útlendingarstovuni og Skúlaleiðarafelagnum og leggur síðstu hond á eina yvirskipaða ætlan um, hvussu næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum kunna fella inn í heildina í fólkaskúlanum. Gongst sum ætlað verður ætlanin liðug um ársskiftið.

Meira er at frætta HER.

(Kelda: heimasíðan hjá Skúalblaðnum)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar