Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

  • Aron slapp eisini at royna seg hjá Sambandsflokkinum. | Mynd: Sambandsflokkurin
04. nov 2019

STARVSVENJINGIN: SPENNANDI OG ÁHUGAVERD ARBEIÐSPLÁSS

Aron M. Jensen úr 9. flokki hevur verið í starvsvenjing í 2 vikur á Løgtingsskrivstovuni, men ein dag slapp hann at royna seg á floksskrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki. Næmingar hava áður roynt seg í politisku skipanini, m.a. hevur onkur verið í starvsvenjing hjá føroysku flokkunum á Kristjansborg.  

Á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum stendur m.a. hetta um Aron:

”Hann heldur, at tað hevur verið áhugavert at hoyra um, hvussu samfelagið í høvuðsheitum er skipað og hvussu politiska skipanin við ymsu politisku flokkunum leiða og stýra samfelagnum - hetta umvegis lóggávu, reglur og umsiting innan tey ymsu málsøkini.

Eisini heldur hann tað vera áhugavert at síggja, hvussu nógv fyrireiking og planlegging liggur aftanfyri tað politiska og fakliga arbeiði, eitt nú at gera lógir, politisk og løgfrøðilig ráðgeving, fundarvirksemi umframt teir karmar, ið mugu vera rundan um tað politiska arbeiði og eitt arbeiðspláss sum Løgtingið og floksskrivstovuna hjá Sambandsflokkinum.

Aron er sera glaður og nøgdur, at tað eydnaðist honum at sleppa í starvsvenjing á hesum báðum arbeiðsplássunum og fáa høvið at møta teimum dugnaligu starvsfólkunum, sum øll gera sítt til, at hesi arbeiðspláss eru vælvirkandi.”

Myndin omanfyri er tikin á nevndarfundi hjá Sambandsflokkinum: Frá vinstru Reidar Nónfjall, floksskrivari og samskipari, Aron M. Jensen, starvsnæmingur, Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, Annfinn Brekkstein, býráðslimur

Øll greinin kann lesast  HER.

(Kelda: samband.fo)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar