Tíðindi
Kunningarfundur um forskúlan í Skúlanum á Fløtum
JÓLAGUÐSTÆNASTAN
JÓLAHALD Á FLØTUM
FRØÐI
JÓLASIÐIR Á FLØTUM
TEY Í 4.B BAKAÐU PIPARKØKUR
SKÚLAJÓL
SALLY OG PÁPIN
- nýtt á bókasavninum
Stuttligar myndabøkur, teksturin týddur úr donskum til føroyskt
PÁPI SALLY TÍMIR IKKI AT VERA VAKSIN
Sally er troytt av at vera barn. Tú skalt alt møguligt keðiligt, og tey vaksnu skulu altíð ráða. Men pápi Sally er troyttur at vera vaksin. Ein dagin býta tey um, so Sally skal vera vaksin, og pápið skal vera barn. So má Sally far eftir pápa sínum á arbeiðinum, og hon má keypa inn og gera døgurða. Pápin skal tíðliga í song. Ein sera løgin dagur.
TÁ PÁPI SALLY VAR SMÁDRONGUR
Sally hevur ein trupulleika. Pápi hennara lýgur rættiliga illa. Tað heldur í hvussu er Sally, at hann ger. Hann sigur altíð frá søgum um, tá ið hann var smádrongur og um, hvussu hann svav í eini pappeskju og mátti ganga 14 kilometrar í ongum skóm fyri at sleppa í skúla og fekk bussimenn til døgurða ........
Sally veit ikki, hvat hon skal trúgva - men ein dagin fær hon eitt hugskot, sum kann avdúka pápan.....