Tíðindi
JÓLAGUÐSTÆNASTAN
JÓLAHALD Á FLØTUM
FRØÐI
JÓLASIÐIR Á FLØTUM
TEY Í 4.B BAKAÐU PIPARKØKUR
SKÚLAJÓL
GLOYMD KLÆÐI ........
Kunningarfundur um forskúlan í Skúlanum á Fløtum
Góðu foreldur. Vit vilja fegin bjóða tykkum til kunnandi fund um frálíka forskúlatilboðið í Skúlanum á Fløtum. Fundurin verður hildin hósdagin 9/1 kl 19 í skúlanum. Øll tit, ið eiga børn í forskúlaaldri og umhugsa at melda børnini til eru hjartaliga vælkomin.
Í Skúlanum á Fløtum leggja vit dent á at skapa eitt umhvørvi, har børnini kunnu vera forvitin, læra gjøgnum spæl og menna sínar førleikar saman við øðrum.
Vit trúgva, at øll børn hava møguleikan at blóma, tá tey fáa stuðul og avbjóðingar. Tí byggir okkara forskúli á læring gjøgnum spæl og felagsskap.
Á fundinum fara vit at greiða frá okkara virðisgrundarlagi, mið og mál, og hvussu vit arbeiða fyri at tryggja, at øll børnini fáa eina góða byrjan á sína skúlagongd.
Komið og hoyrið um okkara spennandi forskúlatilboð, møtið lærarunum og námsfrøðingunum og fáið svar uppá tykkara spurningar. Vit gleða okkum at síggja tykkum og at deila okkara visjón fyri framtíðina hjá tykkara børnum.
Vinarliga,
Regin Marnersson, Skúlastjóri
Skúlin á Fløtum
OSS:
Skulu børnini møta í forskúla kl 8?
Nei, vit møta frítt millum 7:30 og 8:45!
Fáa forskúlabørn eisini pláss í 1.fl?
Ja, øll børn, ið hava gingið í forskúla verða innskrivað í 1.fl í sama skúla!
Kann mann melda barnið til forskúla og frítíðar skúla samstundis?
Ja, tað er sama innskriving.
Ber til at bara ganga í forskúla og ikki frítíðarskúla?
Ja, tað ber til.
Skulu forskúlabørn hava matpakka við?
Ja, í forskúlanum skulu tey hava tveir matpakkar við. Ein lítlan til steðgin kl 10 og ein størri til matarsteðgin á middegi!
Er útiskúli ein partur av forskúlanum?
Ja, forskúlin hevur útiskúla hvønn mánadag. Tá fara vit túrar um alla Havnina.
Er frítíðarskúlin í somu hølum?
Ja, fritíðarskúlin er í somu hølum. 1.flokkur og forskúlin eru saman í frítíðarskúlanum.
Sita børnini við borðini alla tíðina í forskúlanum?
Nei, tey sita og eta matpakka við borðini. Eisini er ein arbeiðsløta hvønn dag. Hon er vanliga 10-15 min tá vit byrja og komin upp á 45 min móti endanum á forskúlaárinum. Restin av tíðinin eru útiløtur, verkstøð, leikur og læra, spæliløtur, samligar, túrar, virkni og annað virksemi. Forskúlin líkist ikki restini av skúlanum.