Tíðindi

07. mai 2024

DYSTUR MILLUM FÓTBÓLTSRÁSIRNAR

02. mai 2024

SANGURIN LJÓMAR

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNDU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

03. mar 2020

BEI, BEI PLASTIKK

BEI, BEI PLASTIK

Listaleypurin vitjaði 5. flokkarnar í gjár. Skipað varð fyri eini listaverkstovu við plastruski og klædnatøkni, sum gevur íblástur til  at nýta annað tilfar enn plast. Áðrenn verkstovan byrjaði skuldu næmingarnir savna saman plastrposar heima við hús, sum skuldu nýtast at skapa listaverkini. Posarnir vórðu kliptir í strimlar og umskapaðir til eitt slag av tráði. Tráðurin varð so vovin til listaligar installatiónir.

Í lýsingini frá listaleypinum stendur soleiðis:

Við BEI BEI PLASTIKK fáa tey ungu eina tiltrongda rødd at varpa ljós á okkara dálkaða umhvørvi. Við at blanda plastrusk við klædnatøkni skapar Stine Linnemann uppmerksemi og gevur íblástur til at brúka annað tilfar enn plast at framleiða við.

(Myndir og upptøka: Arnóra)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar