Tíðindi

07. mai 2024

DYSTUR MILLUM FÓTBÓLTSRÁSIRNAR

02. mai 2024

SANGURIN LJÓMAR

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNDU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

  • Mynd: kvf.fo
24. jan 2020

MIRJAM GONGUR TIL TALULÆRARA

Mirjam er 8 ára gomul, hon gongur í 2.b, sum heldur til í Kongagøtu. Hon hevur sent Elini og Jonnu í barnaútvarpinum eitt bræv, og hon skrivar soleiðis:

“Hey Elin og Jonna, eg eiti Mirjam, og eg fari at bjóða tykkum við til talupedagog. Eg stami og fari til talupedagog, har vit spæla og gera venjingar - koma tit við?”

Mirjam dámar væl handaverk og list, hon gongur til fimleik og eg er byrjað at venja judo. Henni hóvar eisini at tekna og spæla við kettur. Í sendingini sigur hon soleiðis: “eg eigi eina, og Tóra eigur eina. Tann hjá Tóru eitur Tornurósa og mín eigur Findus. Tóra hon er øgiliga stuttlig og fitt.”  Tóra er lítlasystir hennara, og hon er 4 ár. 

Mirjam dámar sera væl at ganga til  talulærara, og sjálvandi tóku Jonna og Elin av at fara við henni.  Hoyrið evnaríku frásøgugentuna greiða frá  í sendingini. Fylgið slóðini HER.

(Kelda: kvf.fo)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar