Tíðindi

20. okt 2024

Uppstillingarfundur til skúla­stýrið

04. des 2024

GLOYMD KLÆÐI ........

04. des 2024

Ill. videnskab, nr. 19

04. des 2024

HVÍTLEIKI

04. des 2024

TVEY YRKINGASØVN

04. des 2024

JÓL

04. des 2024

NÝKOMIN

24. nov 2024

BARNARÆTTINDADAGUR

VAR 20. NOVEMBER Í NORÐURLANDAHÚSINUM


Barnarættindadagurin verður hildin 20. novembur fyri at hátíðarhalda, at Altjóða Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðum (ST) varð undirskrivaður henda dagin í
1989.

Tað var avmarkað luttøka fyri skúlarnar. Einans trý sluppu við fyri hvørja deild. Fyri Skúlan á Fløtum vóru trý næmingaráðsumboð úr miðdeild og trý úr hádeild. Við teimum var vegleiðarin, Harriet Poulsen.

Yvirskipaða endamálið við degnum var at geva næmingaráðsumboðunum ein virknan leiklut í fólkaræðnum. Tey skuldu læra at fáa ávirkan á viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri tey.

Barnarættindasáttmálin, er ein avtala millum lond, sum hava lovað at verja rættindi barnanna. Barnarættindasáttmálin greiðir frá, hvat eitt barn er,  øllum rættindum teirra og ábyrgdini hjá stjórnunum.

Høvuðsevnið fyri dagin var grein 12 í barnarættindasáttmálanum: Virðing fyri
meiningum hjá børnum.


Grein 12:

  • 1.) Luttakaralondini skulu tryggja einum barni, sum er ført fyri at orða síni egnu
    sjónarmið, rættin til frítt at greiða frá hesum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum
    hava samband við barnið; dentur skal leggjast á barnsins sjónarmið í samsvari við
    aldurin á barninum og hvussu búgvið tað er.
  • 2.) Við atliti at hesum skal barnið serliga fáa høvi til at koma til orðanna í einari og hvørjari
    viðgerð av málum við dóms- ella fyrisitingarmyndugleika, sum viðvíkja barninum,
    annaðhvørt beinleiðis ella gjøgnum eitt umboð ella ein hóskandi stovn, og skal tað
    gerast í samsvari við mannagongdir, sum eru ásettar í tjóðarrætti.


Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hevur, saman við landsstýrisfólkunum í Heilsumálaráðnum, Løgmálaráðnum, Almanna- og
mentamálaráðnum og formansskapinum í Kommunufelagnum, tikið stig til at orða eina framskygda visión um at skapa bestu karmarnar um eitt gott lív hjá børnum og ungum í Føroyum.

Endamálið við degnum var at fáa næmingarnir at skilja barnarættindini, at fáa tey at forvitnast í, hvat tað merkir at úttrykkja seg, at royna at úttrykkja seg og at koma við sjónarmiðum sínum.

Næmingarnir vóru í trimum bólkum, grund-, mið- og hádeild. Dagurin var skipaður í tríggjar skapandi verkstovur, ið m.a. nýttu tekning, skriving, rørslur og tónleik. Ì eini verkstovu varð tingast um, hvat hevði størstan og minstan týdning, í aðrari  úttrykti tey seg persónliga um barnarættindi við kollasjum og í tí triðju brúktu tey røddina til kórsang og gjørdu sostatt nakað í felag.


Samanuntikið, so var hetta eitt gott og upplýsandi átak.
 
Tekstur, myndir og upptøka: HPO

 


 
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar