Tíðindi

06. des 2024

SKÚLAJÓL

19. des 2024

JÓLAHALD Á FLØTUM

18. des 2024

FRØÐI

17. des 2024

JÓLASIÐIR Á FLØTUM

12. des 2024

TEY Í 4.B BAKAÐU PIPARKØKUR

04. des 2024

GLOYMD KLÆÐI ........

04. des 2024

Ill. videnskab, nr. 19

07. okt 2024

Val til skúlastýrið

Kunning frá Undirvísingarstýrium um valrætt til skúlastýrisval

Nú tað stundar til skúlastýrisval, er tað týdningarmikið at foreldur at børnum í skúlanum vita, um tey hava atkvøðurætt.

Hvør hevur atkvøðurætt?

Foreldur hava atkvøðurætt, um tey eru løggildu foreldur at barninum, sum gongur í skúlanum. Hetta merkir, at tað er neyðugt at hava foreldramyndugleika fyri at hava atkvøðurætt. Hetta eiga foreldur at vera kunnað um. Um tey eru í iva, um tey hava atkvøðurætt, er her ein máti at kanna, um mann hevur foreldramyndugleika/atkvøðurætt.

Havi eg sum foreldur atkvøðurætt?

Á Vanganum (app):
Far til "Vangamynd"
Niðast á síðuni stendur "Børn undir 18 ár"
Um barnið/børnini standa har, hevur tú foreldramyndugleika

Um tú ikki ert skrásett/ur rætt:
Vend tær til ⁠Familjufyrisitingina (um tú ert ógift/ur)
Vend tær til lokala prestin, um tú ert gift/ur
Báðir myndugleikar hava beinleiðis atgongd til fólkayvirlitið (FOLK) - Kervi er knýtt í FOLK
Møguligar misskiljingar
"⁠Fráboðan av faðirskapi" og "⁠fráboðan av avtalu um felags foreldramyndugleika" eru ikki tað sama
Tað seinna er neyðugt fyri at hava atkvøðurætt til skúlastýrisvalið

Týdningarmikið at minnast til:

Foreldur, sum eru í iva, eiga at kanna málið og venda sær til viðkomandi myndugleikar um neyðugt, so tey kunnu tryggja sær atkvøðurætt til skúlastýrisvalið.


Gott val!

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar