Tíðindi
16. feb 2025
VÁRROYNDIRNAR
14. feb 2025
“Vit hoyrdu um ein mann, sum fekk eina kúlu í herðablaðið.”
06. feb 2025
YRKUSBØKUR
06. feb 2025
TEKNISØGUR / MANGA
06. feb 2025
NÝTT ENSKT
06. feb 2025
ENSKUR LÆTTLESTUR
06. feb 2025
ENSKT FAKTA
30. sep 2024
SYNGIÐ VIÐ
EVNISVIKAN Í GRUNDDEILDINI
Jákup lærari greiðir soleiðis frá um evnisvikuna í grunddeildini:
Evnisvikan í grunddeildini hevði 5 verkstaðir
- at gera filt fiskar
- at fingrabinda høgguslokkar
- at skapa fjørulist
- at fara í fjøruna
- at finna ymist
- at syngja inn í studio.
Næmingarnir í øllum grunddeildarflokkunum vórðu býttir í bólkar tvørtur um árgangirnar og sluppu dag um dag at arbeiða í ymsu verkstøðunum. Úrslitið var ein hendingar- og framleiðslurík evnisvika, har næmingar og lærarar hugsavnaðu seg um alt tað góða tilfeingið í havinum.
Kykmyndalagið við sangteksti, sum syngjast kann saman við , er føroysk umseting av kenda sanginum Under the Sea frá The Little Mermaid. Myndir frá evnisvikuni eru eisini at síggja í kykmyndini, ið liggur niðan fyri her.
Upptøka: JDW
Myndir: skíggjamyndir úr kykmyndini
























