Tíðindi

06. des 2024

SKÚLAJÓL

19. des 2024

JÓLAHALD Á FLØTUM

18. des 2024

FRØÐI

17. des 2024

JÓLASIÐIR Á FLØTUM

12. des 2024

TEY Í 4.B BAKAÐU PIPARKØKUR

04. des 2024

GLOYMD KLÆÐI ........

04. des 2024

Ill. videnskab, nr. 19

10. sep 2024

NÁMSTÚRUR: BØKUR ER MENTAN

”Vit standa, har politiska valdið er savnað, løgtingið, býráðið, býarumsitingin og fáar 100 metrar higani, ríkisumboðið, Føroya rættur og landsstýrið.” Lærarin í samfelagsfrøði hevur orðið. Mánadagur er, og tey eru námstúr í býnum.
 
Fyri løtu síðani vóru  næmingarnir í 9.ðr  á býarbókasavninum og fingið kunning. Tey, sum ikki høvdu lánikort frammanundan, fingu eitt. Bøkur er mentan, og í samfelagslæru  hevur evnið seinastu vikurnar m.a. verið mentan. Lærarin sigur, at úrvalið av bókum á býarbókasavninum  er stórt, og at hann eggjar næmingunum til at lána bøkur. Føroyskar, enskar, danskar, ljóðbøkur og filmar. Okkurt er til øll. 

Um hvussu samfelagið verður stýrt høvdu tey nógv um í fjør. At tey endaðu á løgtingstrappuni var jús  fyri at fríska eitt sindur uppaftur um tað.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar