Tíðindi
SKÚLAJÓL
JÓLAHALD Á FLØTUM
FRØÐI
JÓLASIÐIR Á FLØTUM
TEY Í 4.B BAKAÐU PIPARKØKUR
GLOYMD KLÆÐI ........
Ill. videnskab, nr. 19
SMÆRURNAR Í AUGUST
KREATIVITETUR Í SKÚLAKØKINUM
Sára lærari skrivar:
Tað er ikki bara grasið, sum er gott at heysta í løtuni, men sanniliga eisini smærurnar. Tær eru stórar og sevjumiklar, og til ber at gera mat, og nýta tær sum tilfar.
Smæran veksur á bønum, og hon veksur best, har moldin er turr og góð. Hon verður 10-25 cm høg. Tey rundu blómuhøvdini eru full av nektari, sum smakkar sera væl og søtt. Av somu orsøk er hon yndismaturin hjá býflugum.
Smæran er av ertnablómuætt, og veksur oftani har, sum onki annað vil vaksa. Plantur í ertnablómuættini liva í samværi við eina bakteriu, ið er ment, at taka køvievni úr lofthavinum og gera tað um til tøðevni hjá plantunum. Júst køvievni er ofta tað grundevnið, sum avmarkar gróðurin hjá plantum.
Sambært Rasmus á Háskúlanum í Føroya Floru frá 1952 eru fleiri smærusløg sædd í Føroyum. Gul smæra, skotasmæra, reyðsmæra og so tann vanliga seyðasmæran. Einans seyðasmæra er upprunaplanta í Føroyum. Hinar eru influttar og sløddar út í einstøkum førum. Men vakrar eru tær allar.
Vit hava hentað smærur í morgun. Síðani hava vit skolað, hakkað og blandað tær upp í pannukøkudeiggj. Bæði blóman og bløðini eru egnað til matgerð.
Eins og firvaldurin í góðum lag hjá Hans Andriasi Djurhuus, dámdu hesir næmingar sera væl smæruna.
Vit hava nýtt uppskrift úr bókini Havnnpoppkorn & summardáafruktsalat (Joan Sørinardóttir).
Myndir: SSO