Tíðindi

06. des 2024

SKÚLAJÓL

19. des 2024

JÓLAHALD Á FLØTUM

18. des 2024

FRØÐI

17. des 2024

JÓLASIÐIR Á FLØTUM

12. des 2024

TEY Í 4.B BAKAÐU PIPARKØKUR

04. des 2024

GLOYMD KLÆÐI ........

04. des 2024

Ill. videnskab, nr. 19

11. aug 2024

FYRSTU FERÐ Í SKÚLA - GÓÐ RÁÐ

Skúlabyrjanin er í roynd og veru  framhald av tí, barnið higartil hevur lært og fingið í beinini á dagstovni og eisini heima. Tó so, tað kann vera  stór broyting hjá barninum, at meira frælsu og kendu karmarnir í barnagarðinum verða skiftir um við  tímalagdan skúladag við fríkorterum og heimaarbeiði: Nú  at skula sita, tá ið tími er, bert  renna, tá ið  fríkorter er og heimaarbeiði kann vera ein avbjóðing. Ikki er altíð  lætt at vita, at reisir tú teg  upp, tá ið tú vilt, so órógvar tú undirvísingina og fyrireikar tú teg ikki, so er verri at fylgja við. Tað bilar tó ikki so øgiliga nógv í fyrstani, tí barnið lærir hetta. Lærarin brúkar nevniliga nógva tíð fyrsta árið at minna børnini á, at tey mugu tosa spakuliga, lurta, hugsavna seg og ikki mala fyrilitarleyst. Tey fáa eisini greitt at vita, hvør heimasetningurin er, og tað fáa foreldrini eisini umvegis heimasíðuna. Hetta við at tey tosa spakuliga við ein, sum situr við síðuna av og at  kunna tosa harðari í forkorterinum, er nakað, ið tey mugu læra. Tað verður gjørt í  skúlanum, men foreldrini kunnu stuðla hesum og gera tað heima eisini.


Umráðandi er, at barnið fær rúm til at laga seg til broytingarnar. Lærararnir leggja  undirvísingina væl til rættis og hugsað verður støðugt um, at viðføddi hugurin hjá barninum at læra fær bestu umstøður. Hugaða barnið lærir nevnliga skjótari, minnist betur, er meira kreativt, vísir størri ábyrgdarkenslu og fær uppaftur betri hug at læra meir.


Í innskúlingini hevur skúlin góðar royndar og hugaðagóðar lærarar at taka ímóti næmingunum, og heima hava børnini foreldur/avvarðandi og kanska eldri systkin at hjálpa sær á leið. Fremstu fortreytirnar fyri, at innlæringin eydnast, eru, at barnið fær ta hvíld, tað eigur, góðan mat og eisini dugir at føra seg høviskt at. Eru hesi viðurskifti ikki í lagi verður undirvísingin tarnað, og tað er til ampa fyri felagsskapin og barnið sjálvt.

Í augustmánað 2022 hevði Summarmorgun samrøðu  við Katrina Dagbjartsdóttir, lærara, og Katrina Lindberg, námsføðing, um, hvussu tað er hjá 6-7 ára gomlum børnum at byrja í skúla. Tey skiftu eisini orð um, hvussu lærarar og námsfrøðingar fyrireika seg at taka ímóti børnunum, og hvussu tey kunnu  geva teimum eina so góða skúlabyrjan, sum til ber. Harafturat varð umrøtt, hvat foreldur kunnu gera fyri at fyriteika børnini til skúlalívið. Sendingin er at koyra HER

Gevið gætur: í sendingini verður hósdagur nevndur sum fyrsti skúladagur, men í ár er fyrsti skúladagur mikudagin 14. august.

 
 
Nøkur góð ráð um, hvussu barnið kann hjálpast  til eina góða skúlabyrjan:

 

  1. Tosa við barnið, les bøkur, lurta  og vís tí ans. Tá ið tú hevur  lisið fyri barninum,  er gott hugskot at lata tað endursiga úr innihaldinum.
  2. Vís barninum tøl og bókstavir, tá ið møguleikin býðst. Tosa um, hvat tøl og bókstavir nýtast til. Tosa um skeltir í handum, gøtunøvn , støðini, har tit eru, hvussu tey eita o.s.fr.
  3. Lær barnið at skriva sítt egna navn, aldur og búðstað.
  4. Ven barnið at klára seg sjálvt: fara á vesið, vaska hendurnar, lata seg í og lata seg úr, binda lissur o.s.fr.
  5. Ven  barnið at taka ímóti boðum og skilja tey: Barnið skal duga at taka í móti felags boðum. Tá ið lærarin t.d. biður næmingarnir taka mateskjurnar fram, so eigur barnið at skilja tað, uttan at lærarin noyðist at venda sær til  einstaklingin.
  6. Lær barnið at samskifta uttan at rópa. Sera gott er at vísa, hvussu væl tað ber til at tosa róliga saman.
  7. Lær barnið at lurta og geva øðrum rúmd at koma framat uttan at bróta av. Heima kunnu tit t.d. skiftast um at siga frá, hvat tit hava gjørt, spyrja hvør annan og geva hvør øðrum tíð til at greiða frá.
  8. Lær barnið at bíða og hava tol, veri tað við kassan í handlinum,  á spæliplássinum ella aðra staðni. Ger barnið tilvitað um, hvussu tað kann hava fyrilit við øðrum, lata onnur koma fram um og bíða eftir tørni.
  9. Lær barnið at biðja um umbering og at vera ein góður vinur. Tað er umráðandi, at barnið lærir at vera fyrikomandi, blítt og hjálpssamt. Barnið lærir hetta best við  at fáa uppmerksemi og umsorgan, men eisini við at fáa smáar uppgávur heima. Umráðandi er, at børnið kennir, at tað hava ein leiklut heima við hús og at øll hjálpa hvør øðrum.
  10. Tosið saman um skúladagin, hvat barnið hevur gjørt/lært,  hvussu hevur gingist og hvat er á skránni í morgin.
     

Mynd: JVÚ
Keldur: saf.fo 2017, Bog og Idé, Kringvarpið, JVÚ, KDA, KLM
Tekstur: JVÚ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar