Tíðindi
JÓLAGUÐSTÆNASTAN
JÓLAHALD Á FLØTUM
FRØÐI
JÓLASIÐIR Á FLØTUM
TEY Í 4.B BAKAÐU PIPARKØKUR
SKÚLAJÓL
GLOYMD KLÆÐI ........
FERÐSLA: VERIÐ GÁIN OG GEVIÐ BØRNUNUM GÆTUR
Mikudagin í næstu viku byrjar skúlin aftur. Frá hesum degi vera børn í hópa tali aftur at síggja á gøtunum ávegis í skúla. Í skúlanum á Fløtum og øðrum skúlum í býnum eru nógv børn, sum koma í skúla fyri fyrstu ferð. Ráði fyri ferðslutrygd heitir á øll um at geva teimum ábæru í ferðsluni gætur og vera serliga varin, nú fleiri smá og óroynd børn eru í ferðsluni. Um ræður at seta ferðina niður og at vera gáin.
Ráðið fyri Ferðslutrygd leggur upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum. Tá ið barnið byrjar í skúla er nýggj støða, ið krevur, at tað dugir at bera seg rætt at: meira foreldur og børn venja í ferðsluni, raskari verður barnið at ferðast sjálvt.
Góð ráð og venjingar at finna á leinkinum HER.
Heimild: Ráðið fyri ferðslutrygd
Mynd: Samansett gjørd mynd