Tíðindi

06. des 2024

SKÚLAJÓL

19. des 2024

JÓLAHALD Á FLØTUM

18. des 2024

FRØÐI

17. des 2024

JÓLASIÐIR Á FLØTUM

12. des 2024

TEY Í 4.B BAKAÐU PIPARKØKUR

04. des 2024

GLOYMD KLÆÐI ........

04. des 2024

Ill. videnskab, nr. 19

12. jun 2024

3. B í KÚRDALI

Sára lærari hevur skrivað hesa undirhaldandi frásøgn til heimasíðuna:  

 

Villbassar í Kúrdali


Beint uttanfyri Havnina liggur ein vakur og lítil dalur, sum eitur Kúrdalur. Hesin dalur liggur tætt við sjógv í Hoyvík og er hampiliga væl vardur fyri norður- og eysturættum.
 
Spor av veltum og urtagarði eru eisini í dalinum, og søgn er, at sethúsini í Hoyvíksgarði upprunaliga stóðu í Kúrdali, men at bóndin, sum festi í 1722, flutti tey oman hagar, tey nú standa.


Fert tú oman í Kúrdal í dag, sært tú vakrar blómur, siðsøgulig hús og vælnøgdar seyðir. Hyggur tú væl, fært tú kanska eisini eygað á ein langan, gulan rennistrong, sum hongur høgt uppi í luftini.  
Vit í 3.b frættu um hendan forvitnisliga rennistrong og vóru á einum máli um, at hetta var akkurát okkurt fyri okkum.
 
Eftir verkfallið kom dagurin, sum vit høvdu glett okkum til. Í dag skuldu vit royna okkum í rennistronginum, sum byrjar í Kúrbergi, og endar 250 m longri niðri í dalinum.
 
Vit byrjaðu dagin við morgunmati í Hoyvík og fóru síðani til gongu móti Kúrdalsvegi. Tað fór at kitla í búkinum hjá fleiri av okkum, tættari vit komu. Tá guli rennistrongurin kom til sjóndar, segði onkur næmingur “isi pisi”, og onkur annar “sjitt, kanska eg fari at pissa í buks”. Sum lærarinna, er tað stuttligt at síggja, hvussu forvitnir hesir næmingar eru um øðrvísi undirvísing.
 
Komin í seðlar, fóru vit í beinari rekkju eftir gøtuni niðan á Kúrberg. Nú fóru vit at royna okkum. Onkur nevndi Pippi og kendu orðini “hetta havi eg ongantíð roynt áður, so hetta fari eg heilt sikkurt at klára”
 
Við undanvindi í rygginum fóru næmingarnir flúgvandi við  øgiligari ferð eftir rennistronginum. Ein fyri og annar eftir. Gleðin var stór, tá ið teir komu niður aftur á jørðina. Og fyrsti spurningur teirra var, um tey kundu sleppa ein túr afturat. Eg hugsaði við mær sjálvari, at kanska Pippi hevur lænt kendu orðini frá hesum djørvu og knáu næmingunum.

Myndir og tekstur: SSO

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar