Tíðindi

16. mai 2024

SKRIVLIGAR PRÓVTØKUR OG SKRIVLIGAR ÁRSROYNDIR

17. mai 2024

MUNNLIGAR PRÓVTØKU-  OG ÁRSROYNDARLÆRUGREINIR

16. mai 2024

HUGNALØTA

07. mai 2024

DYSTUR MILLUM FÓTBÓLTSRÁSIRNAR

02. mai 2024

SANGURIN LJÓMAR

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNDU­RIN VITJAR

14. feb 2022

TILTAK Á BÓKASAVNINUM: "EG OG TINTIN...."

Í morgun var eitt forvitnisligt TINTIN-tiltak á bókasavninum. Í sambandi við at skúlabókasavnið hevur fingið nógvar nýggjar TITTIN-bøkur høvdu bókavørðirnir boðið   TINTIN-serfrøðinginum í húsinum at koma á bókasavnstorgið at práta um heimskendu teknisøgurøðina. Næmingar í 6. flokki vóru bodnir við, og fleiri lærarar vóru eisini hjástaddir. Tey sótu øll sum á nálum og fygldu við, meðan Jens Chr. greiddi frá. Ov drúgt verður at endurgeva alt, ið sagt varð, men Jörgin læs eina hugleiðing hjá okkara TINTIN-fjeppara, sum hann hevði stytt og broytt eitt sindur til høvið:

 

TINTIN OG EG

Fyrstu ferð eg hitti hann, Tintin, var eitt vetrarkvøld einaferð í 1969. Pápi segði smílandi, tá ið hann kom heim frá arbeiði, at  hetta kavakvøldið skuldu vit fáa okkurt spennandi. Vit ótu okkum skjótt gjøgnum døgurðan, sum mamma hevði gjørt. Kjøtfrikadellur, epli, smelt og ketsjupp. Eftir uppvask, sum mamma og pápi tóku sær av, settust vit við vindeygað oman móti veðurstøðini. Kavaflykrurnar settust alt fleiri á rútarnar, og uttanfyri var nú hvítt. Mamman kom inn í lítlustovu við sirupskøkum og einari kannu av te. Haldi so vist, at vit fingu onkra saftblanding. So setti pápi seg millum okkum tríggjar og tók okkurt fram úr blaðhaldaranum við síðuna av lítlu sofuni. Ein tintinbók. Gátuføra stjørnan, Stjørnuskotið, ella sum á donskum stóð á bókini “Den Mystiske Stjerne” ( Á enskum eitur bókin The Schooting star).

Og so læs hann fyri okkum. Livdi seg ordiliga inn í søguna. So minnist eg, at onkra mynd vildi hann líkasum ikki sleppa.....m.a. eiturkoppurin, sum hekk uppi yvir velduga stjørnukikaranum. Og hann fór at skrøgga um smákykt í føroysku náttúruni og aðrar og størri eiturkoppar fjart frá klettunum staddir. Og vit dreingir sóu alt tað fyri okkum: ørvitisknokkin, sum boðaði heimsins enda; vísundamenninar báðar og  fløktu  útrokningarnar um heimsins undirgang, sum kortini ikki hildu – og Tintin og Terry og rotturnar, ið runnu ræðsluslidnar gjøgnum gøturnar í Brússel! Og allar eiturkopparnar – teir smáu vandaleysuhar í kjallara okkara....og teir meira vandamiklu í Amasonas!

Tað kvøldið gekk illa at sovna á Svalbardsvegnum. Vit lógu í innasta kamari og teskaðu. Um   tintinska heimin. Um  loftsteinar og stjørnur og mánan. Og um handan stuttliga stavnin, Haddock!  Og so hevði pápi sagt, tá ið hann ballaði okkum blíðliga sum altíð: “Har eru NÓGVAR aðrar bøkur um Tintin!”

Tey næstu árini kom hann heim av og á við einari Tintin-bók. Tað mundi verða umleið  fjóðra hvønn mánað. Tann næsta var Hávarnir í Reyðahavi (The Red Sea Sharks) ella “Koks i Lasten”, sum henda bókin æt á donskum. Har   Tintin og Haddock á fyrstu síðu eru í biograf. Og renna seg í Alcazar! Og sjálvandi er superbanditturin Rastapopulus eisini har.

Loyndarmálið um Einhyrningin og Skattur Reyða Rackhams kom hann eisini heim við, og tað bara styrkti um okkara fatan av Tintin, sum nakað heilt, heilt serligt!

Seinasta Tintin-ævintýrið, sum pápi mín kom heim við og læs fyri okkum, var søgan um Tintin og krabban við gyltu  klónum. Eg var um 8 ár tá, og eg minnist enn, tá ið pápi læs seinastu síðurnar av bókini. Alt endaði sjálvandi  í øllum góðum....og tú kundi líkasum hóma, at her var eitt vinalag  millum Tintin & Haddock – sum fór at halda! Og hann legði bókina á hillina, – og fylgdi okkum inn í kamarið. Nógvir vóru spurningarnir – og hann hevði svar uppá onkran teirra....men okkurt hekk líkasum í luftini har inni í lítla sovikamarinum.....okkurt svar munnu tit dreingir fáa seinni.......

 

Jens Marius í 6 flokki hevur gjørt eina skemtiliga lýsing um Tintin, hon varð víst fram í morgun. Brot úr filminum Tintin og gátuføra stjórnan,Stjørnuskotið, fingu næmingarnir eisini høvi at síggja. Báðar upptøkurnar eru eisini at síggja niðanfyri. 

Allir partar eru samdir um, at hetta var eitt væleydnað tiltak, og onkur helt, at tað eigur at roynast einaferð afturat :-). Takk fyri Jens Chr., at tú vildi ríka økkum løtuna í morgun.

Myndir: jvú - upptøka: Jens Marius í 6. flokki

 

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar