Tíðindi

21. jan 2025

100 DAGAR Í SKÚLA

16. jan 2025

HISTORIE

16. jan 2025

ENSKUR LÆTTLESTUR

16. jan 2025

DOLLY PARYON

16. jan 2025

FOOTBALL RISING STARS

15. jan 2025

MYNDASØGUR

15. jan 2025

FERÐIST VIÐ KAMI

20. nov 2024

RITHØVUNDURIN VITJAR SKÚLABÓKASAVNIÐ

Skúlabókasavnið fær stundum vitjan av rithøvundum. Slík vitjan var í dag, tá ið okkara Oddfríður kom at greiða føroysknæmingum í 9.ð, miðstigi og  hástigi frá  um sína list. Tað er nevniliga  soleiðis, at bókaavnið  á skift bjóðar flokkum / bólkum  til slík tiltøk, tá ið høvi býðst. 

Um høvundin 

Oddfríður Marni Rasmussen var føddur í Havn í 1969, men vaks upp á Sandi. Hann hevur gingið á  Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn 1998 – 2000 og var útlærdur lærari á Føroya Læraraskúla í 2011, var síðani lærari í Kommunuskúlanum og so í Skúlanum á Fløtum.

Oddfríður hevur givið út hóp av yrkingasøvnum, stuttsøgusavn, eina skaldsøgu, barnabøkur, týtt úr fremmandamáli til føroyskt og  skrivað ummæli.  Hann  er limur í fleiri mentanarnevndum og  var formaður í Listafólkasambandinum, LISA. Saman við Arnbirni Ólavssyni Dalsgarð ritstjórnar hann tíðarritið Vencil, og  í 2009 fingu teir mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri hetta avrik.  Harumframt hevur Oddfríður fingið Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 2000. 

Kelda: snar.fo.

Myndir og upptøka: JVÚ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar