Tíðindi

07. sep 2024

VIÐ 2. FLOKKI Á SETURSSKÚLA Í NÓLSOY

03. sep 2024

FELAGSTÚRUR

03. sep 2024

TÍÐARRIT Í SEPTEMBER

30. aug 2024

Til læraran og námsfrøðingin

30. aug 2024

LÆTTAR FAKTABØKUR

28. aug 2024

UM FÓTBÓLT

28. aug 2024

KORTABÓK

06. jun 2024

VIT SYNGJA NÓGV Á FLØTUM

 
Katrin Dagbjartsdóttir lærari hevur skrivað ein áhugaverdan blogg á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, sum snýr seg sum sang í skúlanum
 
 

Tá ið vit byrja við einum sangi í flokkinum, eru børnini saman um sangin.  Tá ið sangurin er sungin,  eru tey klár til at fara til arbeiðis. Hetta er sostatt ein góður máti at byrja dagin, við felags uppmerksemi í sanginum.
 
Vit hava nógvar sera vakrar sangir av ymsum slag: Sangir, sum hoyra til árstíðina – til dømis  “Vaknaður vársins songur”,  sum ber boð um ljósari tíðir. Móti vári verður hesin yndisligi sangurin spældur í útvarpinum – og eg minnist, hvussu mamma altíð skrúvaði frá og stemmaði í. Várkenslan birtist saman við gleðini um, at nú fór sólin at vinna á kuldanum.

Vit eiga at geva okkum far um, hvørjar sangir vit halda, at næmingarnir skulu læra.  Tað er ikki líkamikið, hvat vit syngja við børnunum, men um vit syngja hvønn dag – umframt morgunsangin, so kunnu vit fevna breitt.
 
Síðstu ferð vit í 3. flokki sungu “Lítli beiggi, tú mást ikki gráta” hildu tey tað vera serliga stuttligt at syngja:

  • “Mangt er undarligt,tað sigur abbi, ongan veit eg klókari enn hann. Veitst tú hvat, hann sá ein nakin krabbi, høli sær í eini goggu fann.” 

Vit tosaðu bæði um krabbagoggur ella goggukrabbar, og um hví tað ikki stendur: Hann sá ein naknan krabba. Nógvir sangir hava stórt orðfeingi, og tað er gott, tá ið børnini sjálvi spyrja um orð og orðingar í sangunum. Sum í so mongum sangum hjá Hans Andriasi Djurhuus verða omman og abbin nevnd. Sangirnir binda ættarliðini saman
 
Í føroyska dansinum merkja vit felagskensluna. Í kvæðunum, í stevinum, í eygnasambandinum. Vit eru saman. Uttan skerm. Uttan møguleika fyri at kanna, hvussu nógvsr tumlar vit hava fingið á FB.


Lesið allan bloggin hjá Katrini  HER.
 
Kelda: skulabladid.fo

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar