Tíðindi

11. okt 2024

VINNARARNIR

11. okt 2024

RENNIDAGUR

10. okt 2024

FRÍKORTER Á FLØTUM

10. okt 2024

HUNDAMAÐUR

08. okt 2024

FORNFRØЭINGAR Í 5.B

07. okt 2024

Krabbar&krossfiskar

07. okt 2024

Val til skúla­stýrið

27. mai 2024

Tillagingar í samband við verkfallið

Skúlin er opin sum vanligt mikudagin 29/5 og hósdagin 30/5.  
Tó eru øki stongd og løgd av til 9.fl, so at allar próvtøkur kunnu haldast. 
Samstundis verða avmarkingar gjørdar á vesunum.

Hetta merkir, at 9.fl eigur inngongd E og háslættan frá og við mikudegnum.  
Øll onnur nýta inngongdirnar A, B, C og D.  
8.fl, um tey hava spyrjitíma og 7.fl halda til í Fuglaskálanum meðan 0.- 6.fl halda til í heimastovunum.  
 
Mikudagin 29/5:  
Grunddeild – Vanlig skúlagongd, heimastova og møguliga útiskúli 
Miðdeild - Vanlig skúlagongd, heimastova og møguliga útiskúli. 
Hádeild -

  • 9.fl Próvtøkuætlan.
  • 8.fl Próvtøkuætlan og halda til í Fuglaskálanum til spyrjitíma, um hann ikki verður á Teams.
  • 7.fl Serlig ætlan og halda til í Fuglaskálanum 

 
Hósdagin 30/5:  
Grunddeild – Vanlig skúlagongd, heimastova og møguliga útiskúli 
Miðdeild - Vanlig skúlagongd, heimastova og møguliga útiskúli. 
Hádeild -

  • 9.fl Próvtøkuætlan.
  • 8.fl Próvtøkuætlan verður fylgd, men um verkfall er, verða munnligar royndir avlýstar so hvørt.  
  • 7.fl Serlig ætlan og halda til í Fuglaskálanum 

 
Fríggjadagin 31/5:  
Grunddeild –

  • 0.-2.fl møta so ikki í skúla, men fáa heimasetning á flokssíðuni. 
  • 3.fl møtir í heimastovuni og hevur møguliga útiskúla. 

Miðdeild - Vanlig skúlagongd, heimastova og útiskúli. 
Hádeild -

  • 9.fl Próvtøkuætlan.
  • 8.fl Próvtøkuætlan verður fylgd, men um verkfall er, verða munnligar royndir avlýstar so hvørt.  
  • 7.fl Serlig ætlan og halda til í Fuglaskálanum 
     

Vika 23  og restin av verkfallstíðarskeiðnum 

Grunddeild – møta ikki í skúla og fáa heimasetning á flokssíðuni.  
Miðdeild - hava útiskúla ella undirvísing á Teams frá 9-11.  Kunning á flokssíðuni so hvørt
Hádeild -  7.fl hava útiskúla ella undirvísing á Teams frá 9-11.  Kunning á flokssíðuni

  • 8.fl Próvtøkuætlan verður fylgd, men um verkfall er, verða munnligar royndir avlýstar so hvørt.  
  • 9.fl Próvtøkuætlan verður fylgd.  
     

Onnur serlig kunning: 
 
Fyri at avmarka ruskmongdirnar steðgar mjólkaskipanin til verkfallið er av.  
Samstundis skulu bæði næmingar og starvsfólk taka sítt matpakkarusk heim aftur við sær í mateskjuni. Vit frámæla alla óneyðuga nýtslu av einnýtistilfari, embalagu og líknandi meðan verkfallið er.  
  
Høllin er stongd í hesum tíðarskeiði.

Alt kvøldvirksemi í skúlanum er avlýst til verkfallið er av.

Støða verður tikin til setursskúlar so hvørt. Hetta gera flokslærarar saman við deildarleiðara.
Felagstúrurin í Havnadal 3/6 er avlýstur. 
Starvsfólk skúlans møta á Fløtum sum vanligt so leingi verkfall er.


Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar