Tíðindi

18. jun 2024

ÁRSINS SANGLØTA

18. jun 2024

OKKARA YRKINGA­SAVN

18. jun 2024

NÝGGJ BÓK UM MANNA­KROPPIN

18. jun 2024

LEYP NÚ EVA!

18. jun 2024

UPP EFTIR ENDA

17. jun 2024

KAPPKOYRING

15. jun 2024

KOM VIÐ Í TIVOLI!

10. jun 2024

LÁNIÐ BØKUR HEIM VIÐ Í SUMMAR

Summarfrítíðin byrjar longu í næstu viku. Á skúlabókasavninum eru túsundtals bøkur, sum næmingar og starvsfólk hava atgongd til og kunnu lána heim við. Lánstíðin er vanliga ein mánaður, men í summar er tíðin longd, so til til ber at lána bøkur uttan at fáa eina áminning um at lata inn.

Lesing stimbrar og styrkir, hon  gevur upplivingar og undirhald og lærir lesaran ein hóp. Meira vit   lesa, skjótari og neyvari lesa vit.

Skal eitt barn menna seg sum lesara, má tað lesa  nógv og fjølbroytt. Tekstirnir eiga at geva teimum ungu kenslu av, at lesingin er til nyttu: hugurin skal helst dríva verkið, sum eigur at vera  kelda til gleði og upplivingar.  

Í skúlanum og heima vilja vit hava børnini at lesa sum mest. At tað skal eydnast mugu vit hava atgongd til  bøkur og tekstir í skúlanum og eisini heima.

 

Her eru sjey góð ráð, hvussu lesihugurin kann stimbrast heima:

  • 1 HAVIÐ BØKUR OG BLØÐ LIGGJANDI FRAMMI. Lokkandi permur kunnu vera við til at geva barninum eitt skump rætta vegin. Skal barnið fáa hug at lesa, skal okkurt dragandi vera tøkt at lesa alla tíðina
  • 2 TOSIÐ VIÐ BARNIÐ. Greiðið barninum frá, at tað kann hvíla, meðan tað lesur, og tað at duga væl at lesa kann opna nógvar dyr í framtíðini. Lesing kann nevniliga tryggja eina góða útbúgving og fleiri arbeiðsmøguleikar.
  • 3 VÍSIÐ ÁHUGA FYRI LESINGINI HJÁ BARNINUM. Tað kann hava avgerandi týdning fyri, hvussu barnið klárar seg í skúlanum. Spyrjið barnið, hvørja bók tað lesur, og hvat tað er, sum barninum dámar við bókini.
  • 4 AT LESA AV ÁHUGA OG AT LESA Í SKÚLANUM.  Ongum dámar at vera til arbeiðis alla tíðina – heldur ikki børnum, sum hava til arbeiðis at vera í skúla. Latið skúlan um at læra barnið at lesa – men tit stimbra sjálvandi heima. Skiljið ímillum at lesa av áhuga og at lesa skúlabøkur.
  • 5 LEGGIÐ IKKI TRÝST Á BARNIÐ. Ov stórt trýst kann hava øvugan virknað. Roynið heldur í staðin at tosa við barnið um, hvat tí best dámar at lesa. Eggja barninum at lána eina bók á skúlabókasavninum – tit kunnu hjálpa barninum  at leita eftir eini bók í leitiskipanini: Cicero Surf (cicero-suite.com). Annað gott hugskot er at fara  ein túr á býarbókasavnið ella í bókhandilin og lata barnið velja sær eina bók   Latið altíð barnið sjálvt velja, men hjálpið, um tað ikki fær valt.
  • 6 GERIÐ TAÐ HUGNALIGT AT LESA. Stórur munur er á at lesa í keðiligum ljósi, meðan tú situr á einum hørðum stóli við nógvum floksfeløgum rundan um teg, og at sita heima í sofuni við einum temunni, livandi ljósi og smákøkum. Umstøðurnar ávirka barnið, og tað er hugnaligt í sjálvum sær at vera saman í friði og náðum  við eini bók.
  • 7 LESIÐ SJÁLVI. Børn gera eins og vit vaksnu gera. Vísið barninum, at tit lesa av áhuga. Minnist til at leggja snildfonir og teldur frá tykkum, um tit vilja hava barnið at lesa í eini bók.

KOMIÐ OG LÁNIÐ BØKUR HEIM VIÐ AT LESA Í SUMMAR – GOTT SUMMAR!

Bestu heilsanir

Vit á skúlabókasavninum

Keldur: Føroyar lesa, Skolebiblioteket sOm læringsarena, skúlabókasavnið

Myndir: JVÚ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar