Tíðindi

07. mai 2024

DYSTUR MILLUM FÓTBÓLTSRÁSIRNAR

02. mai 2024

SANGURIN LJÓMAR

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNDU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

16. aug 2019

Frá fótbóltskúla til úrvalstilboð

Týsdagin varð skipað fyri kunningarfundum fyri spælarum og foreldrum um eitt fótbólts átak, Fótbóltssambandandið bjóðar fram. Talan er um FSF Úrvalstilboðið, sum í komandi viku byrjar í Havn og í Norðragøtu. Endamálið er at bjóða spælarum eitt tilboð, har møguleiki er at samantvinna fótbólt og útbúgving ella arbeiði.

Ein av spælarunum er Samuel Johansen Chukwudi, ið sær nógvar møguleikar í hesum tilboði. Samuel hevur gingið í fótbóltsflokkinum í Skúlanum á Fløtum, og hann fekk prógv í summar.

Dagliga spælir hann við HB, og hevur seinastu árini eisini verið partur av U15- og U17-landsliðunum. Men nú fólkaskúlin er nú liðugur, stendur eitt nýtt kapittul fyri framman hjá Samuel Johansen Chukwudi úr Havn: FSF Úrvalstilboðið. Heimastíðan hjá FSF hevur havt viðtal við hann.

”Fyrst og fremst vil eg mennast sum fótbóltsspælari. Tá eg gekk í 8. og 9. flokki gekk eg í fótbóltsflokkinum, so tá eg sá hetta tilboðið, meldaði eg til beinanvegin. Eg haldi tað er sera gott at sleppa at venja fótbólt bæði í skúlatíð og aftaná skúlatíð,”  sigur Samuel Johansen Chukwudi, ið er ein av spælarunum, sum byrja á FSF Úrvalstilboðnum í Havn.

Spurdur, hvat hann væntar og vónar at fáa burtur úr hesum eyka venjingunum, sigur Samuel millum annað, at hann vónar sjálvandi at blíva ein betri fótbóltsspælari – kanska serliga á tekniska økinum.

”Men fyri at blíva ein betri fótbóltsspælari, er sera umráðandi at hava góðar venjarar, og tað eru tað nógvir av her,” sigur Samuel Johansen Chukwudi, ið hevur ein dreym um at gerast yrkisleikari uttanlands.  Men tað krevur nógv av einum sjálvum, og í hesum sambandi sær Samuel nógvar møguleikar í FSF Úrvalstilboðnum, sum kann hjálpa honum á vegnum til lívið sum yrkisleikari.

”Eg havi ein dreym um at sleppa uttanlands at spæla fótbólt. Men ein treyt fyri at tað skal eydnast, er at eg skal venja nógv, og hetta er ein sera góður møguleiki at fáa, tí eg sleppi eisini at venja í skúlatíð,” sigur Samuel Johansen Chukwudi við heimasíðuna hjá FSF.

Vit ynskja Samueli góða eydnu og alt tað besta.

 

Kelda: fsf.fo

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar