Lærarar til Skúlan á Fløtum, sertilboðið 4-10 og Lopfjølina

18. Mai 2018

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til reginm@saf.fo, merkt “Starv, lærari” í seinasta lagi fríggjadagin 1. juni 2018 kl. 12.00.

Les lýsing á næstu síðu.

les meir

Hvítusunnufrí

18. Mai 2018

Hvítusunna er hetta vikuskfitið, og 2. hvítusunnudagur er frídagur. Farið verður í skúla aftur týsdagin 22. mai.
Týsdagurin er samstundis fyrsti skrivligi próvtøkudagur hjá 9. flokki.

les meir

Frálík dagsútferð

17. Mai 2018

Í góðveðrinum í dag hava 7. flokkarnir verið eina dagsútferð saman við sínum lærarum. Far á næstu síðu og síggj myndir frá túrinum.

les meir

SKRIVLIGU PRÓVTØKURNAR Í 9. FLOKKI

10. Mai 2018

Skrivligu próvtøkurnar í 9. flokki eru í høllini á Stórheyggi týsdagin 22. mai, mikudagin 23. mai, hósdagin 24. mai og fríggjadagin 25. mai. Munnligu próvtøkurnar eru í junimánað.
8. flokkur fer til skrivliga summarroynd í viku 22 og 7. flokkur í viku 23

Les meira um tíðir o.a. á næstu síðu.

les meir

HERBERT BESTUR

09. Mai 2018

Í panageakappingini í síðsta mánað kappaðist Herbert Holm Johannesen í bólkinum fyri næmingar í 3. flokki, og hann gjørdist bestur. Mikumorgunin var lítil samkoma fyri honum, har hann varð heiðraður við gávu frá skúlanum.

Myndir og frásøgn á næstu síðu

les meir

KUNNING

09. Mai 2018

Vitanet kann vera eitt sindur óstøðugt í dag, tí tey á Elekotron gera seinastu trygdarrættingarnar á vitanetambætaranum. ...

les meir

FRÍDAGAR

09. Mai 2018

Í morgin er Kristi himmalsferðardagur, sum er halgidagur og tískil frídagur. Tveir frídagar standa skúlanum frítt at leggja, og teir eru lagdir fríggjadagin og mánadagin.
Næmingarnir koma í skúla aftur týsdagin 15. mai.
Gleðiliga halgu og góðar frídagar.

les meir

Móttøka fyri komandi 1. flokki

08. Mai 2018

Í dag er móttøka í skúlanum í Kongagøtu fyri komandi 1. flokki.

les meir