ENDAMÁLIÐ HJÁ STOVNINUM

Í frítíðarskúlanum eru børn úr forskúla, 1. og 2. flokki úr skúlanum á Fløtum. Starvsfólk eru knýtt at hvørjum flokki og hava høvuðsábyrgdina av børnunum í flokkinum. Hesi eru somuleiðis kontaktpersónar hjá lærarum og foreldrum.

Í gerandisdegnum hava øll starvsfólkini samábyrgd av barnabólkinum.

Endamálið hjá frítíðarskúlanum er, at børn eftir loknan skúladag sleppa at menna seg málsliga, sálarliga, sosialt, handaliga og rørsluliga innan tryggar karmar og við umsjón og vegleiðing frá vaksnum. Í frítíðarskúlanum á Fløtum er virðingin fyri frítíðini hjá børnunum í hásæti, og vit raðfesta verkstaðsarbeiði, virksemi úti í náttúruni. Spæl er altíð ein grundarsteinur í virkseminum í frítíðarskúlanum.

Náttúrustovnurin Spírin er eisini ein partur av frítíðarskúlanum á Fløtum.

 

NÁMSFRØÐI

Vit leggja dent á frítíðina hjá børnunum. Skúli og frítíðarskúli eru hvør sítt. Tá barnið er í frítíðarskúla, er talan um frítíð hjá barninum. Vit leggja stóran dent á, at virksemi er skipað  í góðum spæliumhvørvi.

Børnini hava tí møguleika, sjálvi at ráða yvir frítíðini í frítíðarskúlanum. Starvsfólkini eru virkin saman við børnunum og bjóða mennandi námsfrøðiligt virksemi.

 

SAMSTARV VIÐ SKÚLAN

Vit leggja áherðslu á gott samstarv við skúlan. Vit hava regluligt og opið samskifti millum starvsfólk úr frítíðarskúlanum og skúlanum. Vit vísa tó á, at frítíðarskúlin er ein stovnur við egnum endamáli, námsfrøði og mannagongdum.

 

FARTELEFONIR/TELDLAR

Samband fæst altíð við okkum á tlf.: 284050. Børnini sleppa ikki at ringja heim sjálvi. Um neyðugt, so verður tað gjørt av starvsfólkunum.

Boð sum foreldur ynskja til barn sítt, skulu gevast umvegis starvsfólkatelefonina - tlf.: 284050. Telefonir/teldlar hjá børnunum skulu liggja í skúlataskuni og ikki nýtast í FTS. Foreldur kunnu ikki lána stovnstelefonina, men eru vælkomin at nýta egna telefon.

 

KROSSKIPAN / BOÐBÓK

Í gongini í frítíðarskúlanum liggur protokollin, sum foreldur skulu minnast til at seta kross í, tá tey koma eftir sínum børnum. Eisini er týdningarmikið fyri trygdina og tryggleikan á stovninum, at tann, sum fer avstað við barninum, sigur einum starvsfólki frá.

Í boðbókina er møguleiki at skriva avtalur – bæði dag- og fastar avtalur. Boðbókin liggur frammi í pultinum við krosskipanina.

PRAKTISK VIÐURSKIFTI

Vit skulu hava skrivlig boð, ella sms um hesi viðurskifti:

•                    Um barnið er í skúla og ikki skal í frítíðarskúla

•                    Um onnur enn foreldrini heinta barnið

•                    Um barnið skal ganga heim sjálvt

•                    Um barnið skal heim við øðrum

Um barnið skal til frítíðarítriv, og ganga sjálvt,  skal hetta skrivast í boðbókina, ella sum skrivlig boð á annan hátt. Starvsfólkini hava ongantíð ábyrgdina av, at barnið fer til frítíðarítrivið ella ikki, men vit kunnu, um umstøðurnar eru til tað, minna barnið á at fara.

 

AVTALUR BARNANNA MILLUM

Avtalur skulu gerast av foreldrunum. Vit hjálpa ikki børnunum at gera avtalur, ið eru galdandi aftan á frítíðarskúla.

 

BØRN HEIM SJÁLVI / AVHEINTAÐI

Um børn skulu/kunnu ganga heim sjálvi, so skal hetta gerast í seinasta lagi kl. 16.30. Um foreldrini ynskja seinni tíðspunkt, skulu skrivlig boð gevast.

Tá foreldur avheintar barn, skal barnið við foreldrunum avstað.

 

LEIKUR

Frítíðarskúlin tekur ikki ábyrgd av leikum, ið børnini sjálvi hava við.

 

MILLUMMÁLTÍÐIN

Vit bjóða millummála hvønn dag uml. kl. 13.30. Yvirlit yvir millummáltíðina er altíð tøkt við krosskipanina á stovninum.

 

FØÐINGARDAGAR

Um bjóða verður í føðingardag, skulu vit altíð – í seinasta lagi dagin fyri, fáa boð um tað. Starvsfólk úr FTS eru ikki við í føðingardegi.

 

DYGDARMENNING

Ein dygdarmennari úr Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur hvørt ár út til frítíðarskúlarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiðið fer fram í.

HEIMASÍÐA OG FACEBOOK

Frítíðarskúlin hevur ein teig á saf.fo, har faldarin er tøkur, umframt at yvirlit yvir kontaktpersónar er at lesa. Vit eru eisini at finna á facebook, har vit hava “lukkaðar bólkar” fyri hvønn flokk, har viðkomandi kunning kann verða givin frá okkum.

 

SJÚKA / FRÍ

Um barnið ikki er í skúla, skal barnið ikki koma í frítíðarskúla.

 

KLÆDNARÚM

Børnini í forskúla og 1. flokki hava hvør sítt klædnarúm í inngongini. Klædnarúmið skal tømast tá boð verða givin, soleiðis at klivarnir kunnu blíva vaskaðir.

 

SKIFTIKLÆÐIR

Børnini skulu altíð hava tøk skiftiklæðir, í klædnaklivanum. Øll klæðini skulu verða merkt við navni. Foreldrini hava ábyrgdina av skiftiklæðunum. Gloymd klæðir verða latin til vælgerandi endamál nakrar ferðir árliga.

 

RÁÐLEGGINGARDAGAR

Frítíðarskúlin kann hava tveir ráðleggingardagar árliga. Kunning um ráðleggingardagarnar kemur í minsta lagi 6 vikur áðrenn.

 

SAMANLAGT VIRKSEMI

Í skúlans páska- og heystfrítíð hava frítíðarskúlarnir í kommununi samanlagt virksemi. Somuleiðis er samanlagt virksemi tvær tær fyrstu vikurnar í skúlans summarfrítíð. Tilmelding til samanlagda virksemi krevst. Treytirnar eru at lesa á torshavn.fo

 

GJALD FYRI FRÍTÍÐARSKÚLA

Gjaldið verður ásett av Tórshavnar kommunu, sí www.torshavn.fo

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar