Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

  • Jenis av Rana varðar nú av Fólkaskúlanum. Hetta síðsta hálva árið hevur Hanna Jensen sitið í sessinum.
19. sep 2019

FÓLKASKÚLIN Í SAMGONGUSKJALINUM

 

Jenis av Rana úr Miðflokkinum hevur avloyst Honnu Jensen úr Framsókn sum landsstýrismaður í Mentamálum. Fólkaskúlin liggur undir Mentamálaráðnum, og tískil liggur evsti myndugleikin yvir skúlanum har. Vit ynskja nýggja landsstýrismanninum til lukku og hepna hond í virkinum fyri skúlan.

Um fólkaskúlan verður sagt soleiðis í samgonguskjalinum:

Ein góður skúli er grundarsteinurin í samfelagnum. Landsins skúlaskapur skal tryggja øllum holla útbúgving, handaliga sum andaliga, har øll skulu hava møguleika at vinna sær útbúgving. Skúlin skal framhaldandi byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan.

Fólkaskúlin skal vera fyri øll. Allir næmingar í fólkaskúlanum skulu fáa dygdargóða frálæru- og undirvísingartilboð.

Tillagingar og dygdargóðar broytingar verða gjørdar í fólkaskúlalógini í samband við m. a. floksstødd, serøki og starvsfólkaviðurskifti.

Neyðugt verður eisini at styrkja kreativu og handaligu lærugreinarnar, talgildu førleikarnar og málmenningina hjá næmingunum.

Harafturat verður neyðugt at styrkja mál- og mentanarundirvísingina hjá næmingum við fremmandum uppruna.

Vit eiga framhaldandi at stuðla skrivi- og lesiveikum næmingum, soleiðis at teir kunnu nema sær útbúgving á jøvnum støði við onnur.

Skúlatilboðini til teir næmingar, sum hava menningartarn og koma úr fólkaskúlanum, verða ment.

Samskipanin millum dagstovnaøkið og fólkaskúlan verður ment, og dagstovnalógin verður endurskoðað.

(Kelda: samgonguskjalið millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar