Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

17. aug 2019

Góð ráð til foreldur

Nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst hjálpa tínum barni til eina góða skúlabyrjan.

  • Tosa við barnið, les bøkur, lurta og vís tí ans. Tá ið tú hevur lisið fyri barninum er gott at endursiga úr innihaldinum.Vís barninum tøl og bókstavir, tá ið møguleikin býðst. Tosa um, hvat tøl og bókstavir nýtast til. Tosa um skeltir í handlum, gøtunøvn, støðini, har tit eru, hvussu tey eita o.s.fr.
     
  • Lær barnið at skriva sítt egna navn, aldur og bústað.
     
  • Ven barnið at klára seg sjálvt: fara á vesið, vaska hendurnar, lata seg í og lata seg úr, binda lissur o.s.fr.
     
  • Ven barnið at taka ímóti boðum og skilja tey: Barnið skal duga at taka ímóti felags boðum, Tá ið lærarin t.d. biðjur næmingarnar taka mateskjurnar fram, so eigur barnið at skilja tað, uttan at lærarin  noyðist at venda sær til einstaklingin.
     
  • Lær barnið at samskifta uttan at rópa. Sera gott er at vísa, hvussu væl tað ber til at tosa róliga saman.
     
  • Lær barnið at lurta og geva øðrum rúmd at koma framat uttan at bróta tey av. Heima kunnu tit eitt nú skiftast um at siga frá, hvat tit hava gjørt, skiftast um at spyrja hvør annan og endiliga skiftast um  geva hvør øðrum stundir at greiða frá.
     
  • Lær barnið at bíða og hava tol, veri tað við kassan í handlinum, á spæliplássinum ella aðra staðni. Ger barnið tilvitað um, hvussu tað kann hava fyrilit við øðrum, lata onnur koma framum og at bíða eftir tørni.
     
  • Lær barnið at biðja um umbering og at vera ein góður vinur. Tað er umráðandi, at barnið lærir at vera fyrikomandi, blítt og hjálpsamt. Barnið lærir hetta best við at fáa uppmerksemi og umsorgan, men eisini við at fáa smáar uppgávur heima. Umráðandi er, at barnið kennir, at tað hevur ein leiklut heima við hús og at øll hjálpa hvør øðrum.
     
  • Tosið saman um skúladagin, hvat barnið hevur gjørt ella lært, hvussu hevur gingist, og hvat er á skránni dagin eftir.

Hesi ráð eru úr grein, sum hevur staðið á heimastíðuni hjá skúlanum og sum er endurgivin í Sosialinum mikudagin 7. august 2019. Øll greini kann lesast í Sosialinum.

 


 
 
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar