Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

27. jun 2019

Seinasti morgunsangurin

Í dag er 27. juni,  dagurin tá ið  børnini fara í summarfrí. Seinasti morgunsangurin á Frælsinum  í hesum skúlaárinum var í morgun. Tey sungu Gakk tú tryggur og Mítt alfagra land -   Ingun sat við klaverið og Anna Sofia spældi trompet til lagið hjá Peturi Alberg, sum hann smíðaði til tekstin hjá Símuni av Skarði.

Eftir summarfrítíðina flyta tey, sum ganga í 7. flokki, út á Argir og niðan í Gundadal og gerast partur av hádeildini. 3. flokkur, sum í ár hevur verið í Finsen, flytur niðan á frælsið og verður 4. flokkur.

Komandi skúlaár er staðsetingin henda:

  • 1. og 2. flokkur: Kongagøta
  • 3. flokkur: Finsen
  • Sertilboðið 4-10: Ytri skúli
  • 4. – 7. flokkur: Frælsið
  • 8.ð og 9.ð: Argir
  • Ítróttarflokkar, 8. og 9.: Gundadalur

Skúlin byrjar aftur mánadagin 19. august, og tað er seinasta skúlaárið Skúlin á Fløtum húsast í fleiri bygningum í býnum. Í juni næsta ár verður flutt út á Fløtur, so klárt er at byrja í spildur nýggjum skúla um eitt smáar 14 mánaðir.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar