Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

28. aug 2019

IKKI FYRR ENN TÁ

Okkara góði lagsbróðir og lærari, Oddfríður, hevur vunnið bókhandlaraviðrislønina, ið var latin á bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í dag. Virðislønin  er 100.000 krónur, og aftrat henni er ein útgávusáttmáli við Sprotan.

Bókhandlaravirðislønin verður latin vinnaranum av skaldsøgukappingini, sum bókahandlar í Føroyum skipaðu fyri. Oddfríður   vann við skaldsøguni Ikki fyrr enn tá. Skaldsøgan snýr seg um eitt evni, ið ikki er viðgjørt í føroyskum skaldskapi áður. 

Í grundgevingini fyri at lata skaldsøguna fáa virðislønina verður m.a. sagt, at talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi rithøvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn – hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli.

Les á birkblog HER.

Hjartaliga til lukku Oddfríður. Vit eru stolt av tær.

Kelda: birkblog

Myndir: Birgir Sondum 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar