Tíðindi
1. flokkur klippir páskapynt
Hondbóltsnæmingarnir í dysti
Gloymd klæði og mateskjur
Felags foreldrafundur mikudagin 15/3
FLØSKUPATRULJAN Í 2.B
2.D : FLØSKUR Í STÓRUM TALI...
3.a, b og d hava savnað pening til Beran.
ÁHUGAVERDUR NÁMSTÚRUR
Nakrir næmingar í grunddeildini fóru í gjár ein námstúr við Katrini námsfrøðingi oman í Álaker at vitja Havnar Róðrarfelag.
Tjóðarítróttin hevur í meira enn eina øld fylt nógv í summarhálvuni, og nú er hon eisini farin at gera um seg um veturin: Dagliga sita rógvarar og venja á rógvimaskinum, og stundum fara teir enntá út í heim at kappast. Fyri fáum døgum síðani frættist um Sólrun í 6. D, sum vann fremsta heiðursmerki í Danmark (les á leinkinum HER).
Katrin var íðin rógvari í unglingaárunum, so upplagt er hjá henni at vísa leiðina til lívliga róðrarneystið hjá 91 ára gamla felagnum. Har fingu børnini høvi at síggja snotiligu kappróðrarbátarnar, og ein av felagsmonnunum, Regin, kryddaði samveruna við greiða frá um tað at rógva kapp. Forvitnu áhugaðu næmingarnir sluppu eisini at royna rógvimaskinurnar, sum teimum dámdu sera væl, sigur Katrin við heimasíðuna.
Myndir: KKJ



