Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

18. nov 2022

BÓKASLÚKURIN Á SKÚLABÓKASAVNINUM

Í gjár var tiltak  á skúlabókasavninum fyri næmingum í grunddeildini   í sambandi við bókadagarnar  í Norðurlandahúsinum hesa vikuna. Í hesum døgum hoyra vit eisini nógv um, at børn ikki lesa nógv nógv, og hetta vil skúlabókasavnið øgiliga fegið  hjálpa til at broyta.

Bókavørðirnir tóku ímóti næmingunum, sum vórðu býttir í tveir bólkar. Annar bólkurin fór inn í eitt hugnaligt rúm at hoyra søgur og at práta um innihald og evni í bókunum. Í  meðan fekk hin bólkurin kunning um bøkur og skúlabókasavnið.

Bøkurnar, sum eru á skrá eru hesar:

  • Abbi og eg og abbi, Dánial Hoydal
    Evni: Um viðurskifti í familjuni, vinalag, samhoyring, skemtingarsemi, kenslur og sjúku (demens)
  • Træið, Bráður Oskarson
    Evni: Um dýr, dirvi, sannleikar og lygnir, vinalag, sjálvsálit
  • Loftar tú mær, Rakel Helmsdal
    Evni: Um sorg, deyða, kenslur, systkin

Væl nøgdir skúlabókavørðir og spentir, forvitnir og áhugaðir næmingar, sum eisini nýttu høvi at lána bøkur, áðrenn teir vendu aftur í skúlastovurnar.

Tey á skúlabókasavninum siga, at tiltakið verður endurtikið hósdagin.

Myndir: JVÚ&KDA

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar