Tíðindi

06. des 2022

Tey ætla sær við aftur næsta ár!

05. des 2022

JÓLALIGT Á FLØTUM

02. des 2022

SLASKIBÓLTUR í 8.Ð

01. des 2022

DYSTIR VERÐA GREINAÐIR

30. nov 2022

Skúlin latin í jólaskrúð

22. nov 2022

Í JÓLAHÝRI

21. nov 2022

SKRIVLIGAR JÓLA­ROYNDIR HJÁ 7., 8. og 9. FLOKKI

12. nov 2022

Í 5.a vóru øll vinnarar í dag!

Í dag var árliga First Lego League-kappingin hildin og sera væl gekst hjá 5.a í Skúlanum á Fløtum, sum hevði trý lið við, Grøn børn frá Pluto, 9 m/s, og Sólkrem. 

Klokkan var 8 í morgun, tá hurðarnar í Skúlanum á Argjahamri lótu upp. Í dag skuldi slagið standa - slagið, sum snúði seg um Lego, nýskapandi hugskot, vinalag, samanhald og annað. 

Seinastu mongu vikurnar hava næmingar í 5.a arbeitt við First Lego League og endiliga var kappingardagurin her. Næmingarnir hava íðin funnið uppá, granskað, málað, límað, forritað, koyrt við lego-robottum og mangt annað, sum hoyrir First Lego League til. 

Vit vistu ikki heilt, hvat vit skuldu vænta í dag, tí eingin - hvørki næmingar ella lærarar - høvdu verið við á slíkum degi áður. Vit vónaðu sjálvandi tað besta, men vóru annars við fyri at læra. 

Eftir at básarnir við hugskotunum vóru settir upp, og Oddmar Færø hevði sett dagin, varð annars farið í gongd við at koyra robott-koyring, leggja verkætlanina fram, leggja tøkniliga partin fram og at vísa básin hjá sær fram. 

Spenningurin var øgiligur, tí tað vísti seg, at liðini kláraðu seg so mikið væl í robott-kappingini, at tey øll komu víðari til 1/4-finalurnar. Men so gekk ikki meira hjá Sólkrem, sum hóast sína bestu koyring ikki kláraðu víðari til 1/2-finalurnar. Tað gjørdu Grønu børnini frá Pluto og 9 m/s hinvegin og tað vísti seg, at júst hesi liðini komu í finaluna. Sig so tað!

Sjálv finalan var øðilig, tí tað var so tætt og bæði liðini kláraðu seg so væl. So eingin kendi seg tryggan, tá ið dómararnir fóru at telja saman. 

Tá ið Jákup so eeeendiliga kunngjørdi vinnararnar, vísti tað seg, at vit høvdu klárað okkum so sera væl - ja, nógv betur, enn nakar hevði torað at roknað við. Sólkrem fekk eitt steyp og heiðursmerki fyri ágrýtni sítt, 9 m/s fingu steypið fyri robott-koyringina og Grøn børn frá Pluto vunnu - umframt eitt silvursteyp fyri robottkoyringina - høvuðskappingina!

Hjartaliga til lukku Grøn børn frá Pluto og hjartaliga til lukku Sólkrem og 9 m/s. 

Í dag vóru øll í 5.a sannir vinnarar. 

...og munnu tey ikki fara at sova væl í nátt? :)

(Myndirnar hava SRA og Regin Thomsen tikið. 

 

 

Office 365
Matpakkin
K-skíggi
I-bók
Flokkar