Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

20. aug 2022

NÚ BØRNINI ERU FARIN Í SKÚLA

HEITIR RÁÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD Á FÓLK AT VERA VARÐIN Í FERÐSLUNI


Børnini eru farnin aftur í skúla. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Vit skulu altíð geva bleytu ferðsluni gætur, og nú skúlarnir eru byrjaðir, skulu vit vera serliga varin. Fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni, eru á gøtunum. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin.


Tilfar til foreldur

Ráðið fyri Ferðslutrygd leggur  upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.

Tað er tíbetur sjáldan, at børn í føroysku ferðsluni fáa skaða, og hetta er millum annað tí, at foreldur duga væl at ansa eftir teimum, og hesum skulu vit halda fast í.

Nú barnið er farið í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur, at tey smáu  duga at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.

Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og faldara við góðum ráðum til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna á leinkinum  HER . Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.


(Kelda: Ráðið fyri ferðslutrygd)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar