Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

05. mai 2022

1.B Á NOTUVEIÐU

 

 

Notu-gandadrykkur

Tað er maimánaður, og tað er farið at vára. Notan er akkurát farin at vaksa, og bløðini eru lítil og fín, og tí er smakkurin mildur og góður. Seinni í summar verður plantan høg, einar 40 cm, og tá eru bløðini vorðin myrkagrøn og smakka nakað beiskari enn nú, men tey kunnu saktans brúkast í alt summar.

Notan er drotningin í planturíkinum. Hon hevur eina rúgvu av vitaminum og mineralum í sær. Tað vita grasormarnir og flogkyktini, og tí hava tey valt hana til sína drotning og vilja búgva í hennara ríki. Grasormarnir liva væl á notunum, eta seg trillrundar, so teir orka at blíva til vakrar og litfagrar firvaldar.

Notan er sunn, men hon stingur. Hon hevur nálir, og tær brenna, um tær koma á húðina. Tí skulu vit brynja okkum væl, tá vit fara á notuveiðu. Gummihandskar, toyposa og saks, og so kann notuveiðan byrja. 

Vit í 1.b hava verið á notuveiðu í Sandagerði, og síðani gjørt okkum notu-gandadrykkin. 

Uppskrift úr Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat eftir Joan Sørinardóttir:

(2 gløs)

Tú skalt brúka:

  • 4 lítlar koppar av notubløðum
  • 4 appilsinir
  • 4 ísterningar

Soleiðis gert tú:

  • Skola notubløðini og kóka tey í 3 min.
  • Sálda vatnið frá og lat noturnar kølna.
  • Pressa saftina frá appilsinunum og koyr í ein blendara (ella djúsara) saman við notubløðunum.
  • Blenda, stoyt í gløs og koyr ísterningar í. Pynta glasið við at leggja nøkur myntubløð á drykkin. 

Í staðin fyri ísterningar ber til at frysta víndrúvur at hava í.

Myndir:  Nathaniel í 1.b

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar