Tíðindi

21. mar 2024

SEINASTI STARVSDAGUR HJÁ TORFINNI

14. mar 2024

HEITT BATT

28. feb 2024

MOTORLÆRA: SPENNANDI OG LÆRURÍKT

27. feb 2024

RITHØVUNDAVITJAN: "MATUR OKKARA VIRÐISMIKLA TILFEINGI"

22. feb 2024

SAMSTARV ER LYKILIN.....

20. feb 2024

LØGTINGS­NEVND Á VITJAN

19. feb 2024

VÁRROYNDIN

26. apr 2022

LÆRARI HEVUR VUNNIÐ SKRIVIKAPPING

Bókasavnið við Løkin hevur skipað fyri eini skrivikapping, sum snýr seg um at skriva essay. Sprotin nevndir hetta tekstaslag fyri ritroynd, sum er ein grein ella stutt ritgerð í algongdum sniði við persónligum tilvitaðum  hugleiðingum og skemtiligum sjálvmerktum dámi.

1. vinningur fór til Jens Christian H. Carlsson, sum er lærari í Skúlanum á Fløtum. Tekstin nevnir hann Spenglerskar abstraktiónir, sum tekur støði í eini námsferð Í  Sovjetsamveldinum fyri brátt 34 árum síðani.

 

Dómsnevndin skrivar soleiðis:

Fyrsta krav fyri at skriva ein góðan tekst er eitt gott mál, og hetta essayið er í serflokki í so máta. Málið er lætt, livandi, stuttligt og fangandi við orðasamansetingum, sum kveikja hugasambond. 

Essayið er ein ferð aftur í tíð og út í heim, og er eisini ein undran um støðuna í dag.

Í essayinum knýtir rithøvundurin saman tað smáa og tað stóra, tað gerandisliga og tað heimspekiliga, tað politiska og tað menniskjaliga, ta heimligu mentanina og ta fremmandu mentanina.

Rithøvundurin hyggur undrandi at sær sjálvum og øðrum á ferð í Sovjetsamveldinum, stutt áðrenn Berlinmúrurin fall. Hann skrivar fyri at koma nærri einum sannleika uttan á nakran hátt at leggja fram eina longu funna niðurstøðu. Heldur tekur hann lesaran við á eina ferð, har vit saman sleppa at undrast um tey menniskju og tær støður, sum koma á leiðini, og smílast um stuttligu lýsingarnar.

Og eftir at hava lurtað eftir føroysk-ukrainskum felagssangi, kunnu vit saman við rithøvundinum undrast um tað, sum vit eru vitni til í sama umráðið í dag. Heitið er “Spenglerskar abstraktiónir” og peikar bæði tíðina tá, tíðina nú og ringrásina, sum vit neyvan nakrantíð fara at skilja.

Meira kann lesast um skrivikappingina 2022 á heimasíðini hjá bókasavninum við Løkin. Fylg slóðini HER.

Hjartaliga til lukku, Jens Chr.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar