Tíðindi

21. mar 2024

SEINASTI STARVSDAGUR HJÁ TORFINNI

14. mar 2024

HEITT BATT

28. feb 2024

MOTORLÆRA: SPENNANDI OG LÆRURÍKT

27. feb 2024

RITHØVUNDAVITJAN: "MATUR OKKARA VIRÐISMIKLA TILFEINGI"

22. feb 2024

SAMSTARV ER LYKILIN.....

20. feb 2024

LØGTINGS­NEVND Á VITJAN

19. feb 2024

VÁRROYNDIN

15. apr 2022

ÚR HB TIL FCK

Thomas er næmingur í  9. Í,  fótbóltsflokkinum, her í Skúlanum á Fløtum. Allir ítróttanæmingar eru knýttir at einum ítróttafelag, og fleiri fara víðari, tá ið skúlin er liðugur. Ein teirra er Thomas, ið er seldur til FCK. Á heimasíðuni hjá HB eru spennandi  tíðindi at frætta um okkara næming:
 
U17-landsliðsspælarin Thomas Bjørn Miezan skiftir úr HB til FCK, har hann hevur undirskrivað ein 3-ára sáttmála. Hann hevur í nøkur ár verið eyðsýndur á  ungdómsliðum hjá felagnum, og frá í summar verður tað FCK, sum fær gleði av  evnum hansara.
 
“Thomas hevur fysisku fortreytirnar fyri at gerast ein toppspælari. Harumframt hevur hann bæði teknikk og taktiskt skil. Hann er ein glaður drongur, sum elskar at venja tað, sum hann ikki longu dugir. Vit síggja hann sum eitt talent við stórum evnum, sum vit gleða okkum at síggja í FCK, har vit vónandi kunnu menna hann enn meira,” sigur Mikkel Køhler, Head of Recruitment í ungdómsdeildini hjá FCK, og sum verður endurgivin á heimasíðuni hjá HB.
 
Thomas Bjørn flytur til Danmarkar í summar, og byrjar í FCK 1. juli. Og sjálvur er hann sera spentur at taka hetta stigið á yrkisleiðini. Hetta er eitt stórt stig fyri hann, ein dreingjadreymur, ið gongur út, sigur ungi fótbóltsleikarin. 
 
Thomas gleðir seg sera nógv at flyta til Keypmannahavnar, men fyrst skal skúlin gerast liðugur, áðrenn hann flytur av landinum 1. juli  og byrjar í FCK.

Vit í Skúlanum á Fløtum ynskja Thomasi hjartaliga til lukku og góða eydnu á yrkisfótbóltsleiðini, og til lukku við føðingardegnum, sum er í dag. 

Øll greinin kann lesast HER.

Síggj eisini upptøkuna niðanfyri.
 
Kelda: hb.fo

 


 
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar