Tíðindi
NÚ ER SUMMARFRÍTÍÐIN BYRJAÐ
FARVÆL 9. FLOKKUR
PRÓGVHANDAN
SKÚLATIVOLI
AFTURVENDANDI KASSABILAKAPPKOYRINGIN
ELSUBA í 5.D VINNUR FYRSTU VIÐISLØN Í SØGUKAPPING
SPENNANDI SKÚLATIVOLI
RØRSLA ER GÓÐ FYRI MINNI OG INNLÆRING
Kanningar vísa, at likamlig rørsla hevur sera góða ávirkan á lívsdygdina. Børn læra eisini betur við at røra seg. Orsøkirnar kunnu vera, at fleiri koplingar henda í heilanum. Í heilanum er samband millum nervakyknur, og fleiri av hesum verða virknar, tá ið vit gera ymiskt samstundis. Soleiðis fær minnið fleiri "knakar at heingja upplýsingar á", og vit minnast betur tað, vit læra.
Tá ið skrivað verður við hond og ikki á teldu, verður lært á sama hátt. Fyri tað fyrsta tekur tað longri tíð, og tað ger, at vit viðgera upplýsingarnar betur. Tá ið vit trýsta á knappaborðið, gongur tað skjótt fyri seg, og vit gera somu rørslu líkamikið hvønn bókstav vit skriva. Tað ger, at heilin arbeiðir minni, tað verða færri koplingar millum nervakyknurnar, og tí eru so at siga færri kankar til at heingja minnið á. Tað at gera nógv í senn ger okkum við øðrum orðum gløggari.
Meiri likamligt virkni í undirvísingini kann virka við til, at børn brúka orku, sum tey annars brúka til at skapa ófrið í skúlastovuni. Meiri friður ger lærustøðuna betri fyri allar næmingar.
Øll greinin kann lesast á heimasíðuni hjá skúlablaðnum. Fylg slóðini HER.
Kelda: skulabladid.fo