Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

13. des 2021

NÆMINGAR ERU VIÐ TIL AT SPJAÐA HJARTAHITA

Harriet, flokslærari í 8.ðr, hevur sent hesa góðu søgu frá sínum flokki til heimasíðuna:

Skjótt er jólaaftan. Í heimunum runt Føroyar eru stovurnar jólaprýddar og jólatræið stendur har so hábærsligt við øllum jólagávunum undir greinum sínum. Angin av jólamati fyllir næsarnar og øll gleða seg at seta seg til borðs. Tá ið dansað er um træið, og øll eru liðug við at pakka út, seta tey seg enn einaferð til borðs og eta nú rís a la mande við mandlugávu omaná. Jólatónleikur er í bakgrundini. Um kavi er, verður farið út at spæla eina løtu, áðrenn øll seta seg – mett og vælsett – at lurta og hyggja at gudstænastuni úr Pæturskirkjuni. Á borðinum er jólagóðgæti og mandarinir. Onkur sovnar, ímeðan pávin prædikar á latínskum.

Langt hiðani er næststørsta og eitt av teim fátækastu londunum í Evropa. Tað eitur Ukraina og er millum lítið og einki at halda jól fyri hjá nógvum av húskjunum. Eysturukraina hevur verið kríggsherjað síðan 2014 og eru nógv rikin burtur heiman og eru vorðin flóttar í egnum landi. Covid-19 hevur gjørt støðuna enn verri. Nógvar familjur mangla næstan alt, ið skal til fyri at lívbjarga sær, og tí hevur 8.ðr, saman við flokslæraranum Harriet, gjørt av at hjálpa til við at fjálga um jólini.

Næmingarnir hava selt fløskur og hava samlað nóg nógv til at kunna senda tveir jólapakkar til Ukraina. Í jólapakkanum er jólamatur, jólagóðgæti og smáar gávur til alla familjuna.
 
Tað er Mission uden grænser/missión jólahjálp, ið stendur fyri. Tað kostar 175, -kr at senda ein jólapakka. Bankaflyting á: Reg.nr. 9712 Kontonr. 0741793075. Síðsta freist er 21. desember.
 
Myndir: HPO

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar